Liggjandi vesturætt hevur havt við sær, at tann nógvi roykurin frá fleiri skógareldum í Russlandi er farin at gera um seg í Finnlandi og Svøríki.
Tað hevur verið sera turt har vesturi í Russlandi í summar, og í seinastuni hava umleið 50 skógareldar verið nærhendis St. Pætursberg og á leiðunum við finska markið. Vindurin hevur borið roykin við sær langt inn um markið, og í Helsingfors hava fleiri fólk ringt til myndugleikarnar og kært seg um roykin, skrivar tíðindastovan YLE.
Heilt vesturi í Stockholm hava fólk eisini kært seg um roykin frá teimum russisku skógareldunum, og væntandi fara estlendingar at kæra sína neyð um vikuskiftið, tí teir finsku veðurmenninir siga, at tá fer roykurin tann vegin.










