Danska løgmálaráðið hevur avgjørt, at løgfrøðiliga faðirleysu grønlendingarnir skulu fáa rætt tiul at vita, hvør papi teirra er
Grønlendingar, sum føddir eru uttan fyri hjúnarlag fyri 1963 í Vesturgrønlandi og 1974 í Eysturgrønlandi fara nú at kunna fáa at vita, hvør pápin er og at arva hann.
Danska løgmálaráðið hevur leingi ivast í, um tað var rætt at taka hesa avgerðina, tí tað kann koma illa við hjá manninum og familju hansara, men í einum brævi til Kuupik Kleist skrivar Lars Barfod, løgmálaráðið, at atlitini til barnið vigar tyngri, at kenna sín uppruna og at kunna arva.
Nú skal lógarverkið smíðast, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.