Fáa rúsdrekkað til dyrnar

Í heyst fer svenska rúsdrekkasølan Systembolaget undir eina roydnarskipan, sum ber í sær, at fólk kunnu bíleggja sær rúsdrekka og fáa tað borið til dyrnar.

Maria Larsson, sum umsitur barna- og eldramál í stjórnini, sigur, at Systembolaget skal halda somu reglur sum nú. Tað vil siga, at stovnurin skal tryggja, at fólk hava tann neyðuga aldurin fyri at fáa sterkt, og at fólk við rúsdrekkatrupulleikum siga ikki at fáa rúsdrekka.

Royndin verður gjørt í seks økjum kring landið, og aftaná fer stjórnin at taka støðu til, um skipanin skal halda fram og umfata alt landið, sigur Maria Larsson.