Fáa onki endurgjald

?Alarar, sum missa alifisk av sjúku, fáa ikki endurgjald úr landskassanum. Men tað er alivinnan fyrireikað upp á, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður

 

Sjúka í alifiski


Alarar, sum missa fisk av sjúku, fáa onki endurgjald úr landskassanum.

Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.

Men hann leggur afturat, at hetta er alivinnan fyrireikað uppá.

Verður endaliga staðfest, at tað er herviliga fiskasjúkan ILA, sum er farin at gera um seg í Oyndafirði, kann tað skjótt gerast ein svárur, fíggjarligur smeitur fyri føroyska samfelagið.

Í øllum førum verður talan um ein álvarsligt bakkast fyri alibrúkið, har sjúkan er staðfest. Men fer smittan at breiða seg, kann tað gerast ein fíggjarlig vanlukka fyri alt samfelagið.

Fólk, sum eru køn í aling, eru vís í, at tað eru summi alibrúk, høvdu ikki megnað at borið ein slíkan miss, sum alibrúkið í Oyndafirði verður fyri, um talan er um ILA.

Í øðrum londum verður ofta tosað um alment endurgjald, tá ið tað verður neyðugt at drepa dýr fyri at avmarka smittuvanda.

Men hesa skipanina hava vit ikki í Føroyum.

Bjarni Djurholm sigur, at vit hava ein endurgjaldsgrunn til alivinnuna.

Men tað standa ikki meiri enn einar 15-16 milliónir í honum, og tað eru piparnøtur, tá ið hugsað verður um alivinnuna.

Harafturat skal grunnurin nú fyrst lata endurgjald fyri missin av ILA sjúkuni í Fuglafirði nakað síðani. Tey krøvini eru ikki gjørd upp enn. Men loypir nakað av, verður grunnurin tømdir og síðani verður hann tikin av.

Bjarni Djurholm sigur, at alarar fara tí ikki at fáa fíggjarligt endurgjald úr landskassanum fyri fíggjarligan miss av slíkum orsøkum.

? Vinnan hevur ábyrgdina av sær sjálvari og hon tryggjar seg sjálva. Tað halda vit er tað greiðasta og ruddiligasta, sigur Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at hetta er alivinnan fyrireikað uppá.