Djóragarðurin í Keypmannahavn ætlar sær at fáa sær eina ísbjørn afturat. Leiðslan vendi sær tí herfyri til grønlendsku myndugleikarnar og bað um loyvi at fanga eina ísbjørn har og at flyta hana til Keypmananhavnar, men landsstýrið í Nuuk segði nei.
Stjórin í grønlendsku veiði- og fiskivinnuumsitingini, Amalie Jensen, sigur við Politiken, at fara grønlendingar at útflyta livandi villdjór, er vandi fyri, at altjóða samfelagið fer at seta seg upp ímóti tí. Hon sigur, at tann ísbjørnin er ikki eitt hótt djóraslag, men at nóg mikið verður veitt av teimum grønlendsku stovnunum. Veiðimenninir hava kvotu, og fara vit at útflyta bjarnir, vænti eg, at tað fer at fáa øði í fólk, sigur Amalie Jensen.
Djóragarðurin í Keypmannahavn hevur tvær ísbjarnir. Tær eru 32 og 33 ára gamlar og eru millum tær elstu, sum finnast í djóragørðum. Tey seinastu árini er heilsa teirra farin at bila, og tí ætlaði djóragarðurin at fáa sær aðrar úr Grønlandi ístaðin fyri. Men tað gongur ikki.