Fuglafjørður hevur sanniliga víst, at dugur er í teimum, tá tað snýr seg um flogbólt. Teir hava altíð verið kendir fyri at hava eitt ótrúliga gott og effektivt gólvspæl, meðan álopsspælið hevur verið meira skiftandi. Soleiðis er tó ikki í ár, tí teir hava lagt seg í oddin og tað ger ein ikki uttan at hava gott álopsspæl.
Men hóast fuglfirðingar hava verið í oddinum í mong ár, so hava teir bert tað eina meistaraheitið at vísa á. Teir gjørdust meistarar í 89, men nú sær út til at teir ætla at gera um seg aftur.
Fyrsti innanhýsis dysturin millum bæði fuglafjarðarliðini var seinasta fríggjakvøld og sum vera man var tað a-liðið, sum dróg longra stráið. Teir vunnu 3-0 og settúrslitini gjørdust 15-6, 15-9 og 15-4.
Úr Fuglafirði frætta vit, at tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna dystin. A-liðið var nógv betri enn b-liðið og tað kemst av, at leikararnir á a-liðnum eru í nógv betri venjing enn leikararnir á b-liðnum.
Venjarin hjá ÍF, Suni Hansen, sigur, at tað kemst av at leikararnir á b-liðnum møta ov illa til venjing. Hesum er hann keddur av tí at talan er um góðar leikarar, sum saktans kundu gjørt seg galdandi, um teir løgdu meira í venjingina. Hann vónar tí, at tað fer at henda í nærmastu framtíð.
Sum nevnt aðrastaðni er styrkin hjá a-liðnum hjá ÍF tann, at teir hava eina góða breidd og álopsspælið hjá teimum virkar eftir ætlan. Móttøkurnar eru góðar og við einum spælskipara sum Odd Eliasen er lætt at fáa eitt »breitt« álop.
Hjá b-liðnum er trupult at fylgja við tí skjóta spælinum og tí kann ikki spyrjast annað enn tap burtur úr.
Í fjør sóu vit somu gongd, men tá vísti b-liðið kortini at dugur var í teimum. Til Mjølnir-kappingina fingu teir fleiri heilt óvæntað úrslit. Teir vunnu bæði á Fram og Fleyr og tað vísir, at teir hava tað í sær.
So er bara at vóna at teir fáa tikið seg saman í hesum kappingarárinum við.