Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa. Fiskiskapurin er framvegis smáligur, tó gera partrolararnir okkurt betri hál viðhvørt. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Trý pør fiska gulllaks.
Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at ein djúpvatnstrolari er farin at partrola eftir upsa. Ein fiskar blálongu og stinglaks, og ein frystitrolari er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva. Restin liggur við bryggju.
- Ein trolbátur fiskar norðan fyri og kemur inn at landa mánadagin. Hesin fær mest av toski, hýsu og flatfiski. Ein fer niður til Skotlands í morgin á verft, og ein kemur helst aftur haðani fyrst í vikuni sum kemur og ein annar seinni í vikuni.
Lagt verður aftrat, at tveir trolbátar liggja við bryggju, men teir fara møguliga út um vikuskiftið.
At enda vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og væntandi koma bæði inn at landa í endanum av næstu viku. Fiskiskapurin er brúkiligur. Eitt garnaskip fiskar havtasku.










