Fáa okkara eldru eina virðiliga viðferð?

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins
-------

Hugsi um tvey ymisk øki, har rannsakandi spurnartekin eiga at verða sett við viðferðina, vit geva okkara eldru. Óivað eru fleiri slík øki, sum onnur kennast við- og kunnu lýsa betur.
Í farnu viku vórðu fíggjarligu viðurskifti pensionista okkara kunngjørd vítt og breitt. Í fjølmiðlum og á tingi varð boðað frá, hvussu nógv hesi høvdu eftir, tá vanligi skatturin var goldin og tá ætlaði eykaskatturin til sambýlisbúgvar, tær tveytúsund krónurnar hjá Rósu og samgonguni, var ognartikin til landskassan.
Síðani hesar kunngerðir havi eg bíðað eftir framhaldinum. Bíðað eftir at hoyra hvussu nógv aðrir samfelgsbólkar hava at gera gott við, eftir at skattur v.m. er goldin. Hvussu nógv ber til at ognartaka frá øðrum, t.d. løgtingsmonnum, advokatum, læknum, privatum- og almennum stjórum, skiparum, landsstýrismonnum, lærarum- fyri bert at nevna nøkur, áðrenn hungursmark teirra er nátt. Men ikki eitt orð hoyrist, ikki eitt skriv sæst. Eri farin at hugsa, um so galið man vera vorðið, at man bert ætlar at heingja fíggjarviðurskifti teirra á niðastu rók út til almenna skoðan?
Er nøkur orsøk at almannakunngera hvussu nógv fólk hava eftir, tá skattur, húsaleiga og matur eru goldin, so má hetta væl galda fyri øll, og ikki bert tey veikastu? Er hetta ein nýggjur háttur at krevja skatt frá fólki uppá, fyrst at finna útav hvat tey tola at missa, so má tað væl galda fyri øll? Og er hetta ein nýggjur háttur hjá samgonguni at vinna tann pening, ið manglar, so kann hesin háttur væl nýtast móti øllum- ella?
Væl veit eg, at tá fyrra ABC samgongan gav 380 mió. árliga í skattalætta í samfull 4 ár, so fór eingin av hesum krónum á niðastu røkur, tá kendu teir bert adressurnar á øðru rókum. Men kendu teir tær tá, máttu teir kent tær enn. Nú hesin peningurin manglar burdi heilt náttúrligt verið, at ABC 2 sendi rokningina til hesar somu røkur og adressur, og ikki til tey, ið ongan skattalætta fingu!
Sama ólíka viðferð í spurninginum um t.d. eldrabústaðir?
Vanligt er, tá vit søkja um eitthvørt, inn á skúlar, í barnaansing, eftir grundøkjum o.l. , at vit fáa at vita, hvar á bíðilistanum vit eru. Á hendan hátt kunnu vit fylgja við, og fáa kunning um hvar á listan eg eri náddur, so hvørt broytingar verða gjørdar. Men hvussu er við teimum eldru, teimum, ið eru uppskrivaði til eldrabústaðir, tvs. røktarheim, ellisheim, sambýli v.m. Hvussu síggja hesir listar út, og hvusu lætt er hjá teimum, sum í mongum førðum liggja heima og leingjast eftir virðiligum umstøðum, at fáa innlit í hesar. Hvussu er kunningin til tey og teirra skipað, hvussu kunna tey seg um broytingar, so hvørt líkindi teirra at fáa eitt pláss broytist?
“ Vit ringja og ringja, skriva og meyla, men ikki ein gang eina váttan um at fyrispurningar okkara eru móttiknir, tíansheldur eitt svar um hvussu útlitini eru, fáa vit”. Soleiðis siga avarandi aftur og aftur um royndir sínar at fáa kunnleika um støðu teirra eldru á hesum listum. Hetta fær meg enn einaferð at spyrja einfalda spurningin, um viðferðin okkara eldru fáa er virðilig, og hví hon er øðrvísi enn annara. Talan er jú um aldursbólkin, sum hevur grundað vælferðarsamfelagið, sum tú og eg hvønn dag njóta gott av.
Minsta tøkkin til teirra átti at verið ein virðilig viðferð á ellisárum.