Framtíðin lá ljós fyri framman, hóast myrku skýggini av seinna heimsbardaga lógu yvir Fuglafjørð eins og yvir restini av heiminum.
Tó, hvat var at óttast, tit høvdu hvønn annan, og tit høvdu Hann sum øllum valdar við tykkara lið.
Tit bygdu tykkara heim undir teimum fyritreytum, sum vóru í Føroyum undir seinna veraldarbardaga.
Ikki var tað lætt hjá tær mamma at sita við bangnum hjarta og spyrja; hvat er at frætta frá tí skipi, sum pápi var við?
Nógv ófrættatíðindir hoyrdust. - Hvar mundi skipið hann var við, nú vera?
Mangan hoyrdu vit sum smádreingir og ungir, pápa greiða frá, tá hann saman við øðrum silgdi vandasjógv millum Ísland og Ongland.
Hvussu mamma hansara einaferð sendi boð til Havnar, at hann ikki mátti fara avstað til Onglands, tí einki var frætt frá skipinum, sum elsti bróður tín Jákup Oluf var við.
Tó, tá tað stutt aftaná frættist, at nú var skipið komið fram, gav hon tær frítt í at velja - og tú fór við til Onglands.
Trýggjar dreingir fingu tit. Í dag kunnu tit gleðast yvir barnabørnini og yvir langommu- og langabbabørnini. Tað er ikki løgið, at tey elska tykkum av heilum hjarta - Hann sum sáar kærleika heystar kærleika.
Nú er lívsólin komin vestur á luftina. Framhaldandi hava tit hvønn annan, og framhaldandi er Hin almáttugi styrki tykkara.
Tit eru fyrimynd fyri eftirkomararnar, tykkara trúfesti móti hvørjum øðrum stendur sum ein varði yvir lívsleið tykkara. Tað er hugtakandi og hjartanemandi at síggja hvussu umsorganin hjá tær mammu er fyri pápa, nú hann ikki longur megnar so nógv, og at síggja ta takksemi sum tú pápi vísir mammu.
Ikki er neyðugt at tala meir - lívsverkið talar-
Vit takka tykkum fyri umsorgan og kærleika, gjøgnum øll hesi mongu árini.