Føroya Pedagogfelag hevur fingið stuðul trimum norðurlendskum fakfeløgum í lønarstríðnum við almennu arbeiðsgevararnar. Talan er um tvey donsk feløg og eitt íslendskt felag.
Donsku fakfeløgini Socialpædagogerne og Børne- og Ungdomspædagogernes Landsforbund (BUPL) hava í felag sent eina yvirlýsing til Føroya Pedagogfelag, har tey taka undir við stríðnum fyri betri lønarviðurskifti og betri sømdir til starvsfólk í stovnum kring landið. Tað upplýsir Føroya Pedagogfelag á Facebook.
Heilsan hjá donsku feløgunum er fylgjandi:
- Socialpædagogerne og BUPL sender solidariske ønsker om succes i jeres kamp for medlemmernes løn- og ansættelsesforhold.
- Vi håber, at jeres sammenhold kan bringe arbejdsgiverne tilbage til forhandlingsbordet med tilbud, som sikrer realløn og bedre vilkår for de ansatte i dag- og døgninstitutionerne.
Føroya Pedagogfelag hevur eisini fingið eina heilsan frá íslendska felagnum Þroskaþjálfafélag Íslands, ið er íslendska sosialpedagogfelagið. Teirra yvirlýsing er fylgjandi:
- Þroskaþjálfafélag (Sosialpedagogfelagið) Íslands lýsir við hesum sín fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag í verkfalli teirra og stríði teirra fyri betri lønarkorum.
- Tað er av alstórum týdningi, at lønin hjá socialpedagogum í Føroyum er kappingarfør og at socialpedagogar fáa løn, ið samsvarar við útbúgving og ábyrgd í starvinum.
- Sosialpedagogar hava týdningarmiklan leiklut í einum sterkum vælferðarkervi í einum hvørjum samfelag. Tískil tørvar lønin hjá socialpedagogum at vera á einum støði, ið skapar støðufesti í starvinum og at nýggj síggja møguleikar.
- Þroskaþjálfar á Íslandi senda sosialpedagogum í Føroyum stríðskvøður.