Peningatrot
Musikkskúlin skal ikki vænta at fáa meiri pening í ár.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er lítið hugaður fyri at lata Musikkskúlanum eykajáttan í ár.
Hesa støðu hevur hann, hóast bæði tingmenn úr samgonguni og sjálvur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava boðað frá, at teir halda, játtanin til musikkskúlan í ár, eigur at verða hækkað.
Nú fíggjarlógin fyri 2004 er samtykt, er komið undan kavi, at játtanin til Musikkskúlan er so lítil, at verður hon ikki hækkað, verður avleiðingin, at 200 næmingar fara at missa undirvísingina.
Tað halda bæði tiingmenn í samgonguni og landsstýrismaðurin í mentamálum verða ov galið og tí hava teir boðað frá, at teir fara at virka fyri, at ein umsókn um eykajáttan til musikkskúlan verður løgd fyri tingið á Ólavsøku.
Alt kann fara á glið
Men hetta er maðurin við lyklinum til landskassan ikki serliga hugaður fyri.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hann væntar ikki, at ein umsókn um eykajáttan til Musikkskúlan fer at verða løgd fyri løgtingið.
Hann sigur kortini, at málið er ikki umrøtt í samgonguni, so hann hevur ongar viðmerkingar til málið annars.
? Men eg dugi ikki at síggja, at samgongan longu nú skal fara at tosa um eykajáttanir, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Hann sigur, at skal samgongan longu fara at játta eykajáttan, væntar hann, at tað fara fleiri umsóknir at koma.
? Tað má ikki koma hartil, at hvørja ferð, trot er á peningi onkustaðni, so er bara at gera vart við seg, so skal tað koma ein eykajáttan burturúr, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at tað kundi væl hent, at tað eru fleiri málsøki, sum hava tørv á peningi og játta vit fyrst einari umsókn, ivist eg ikki í, at tað fara at koma fleiri umssóknir afturat og so er skjótt, at alt fer á glið.
Hann vísir eisini á, at bæði landsstýrið og serliga fíggjarnevndin, hava gjørt greitt, at ætlanin er ikki at ganga umsóknum um eykajáttan á møti uttan í heilt serligum førum.