Kanningar hjá íslendingum vísa, at skip, sum fiska fiska makrel við flótitroli, fáa lítið av laksi sum hjáveiði. Kanningarnar byrjaðu í 2010, og niðurstøðan er, at skipini fáa millum fimm og seks laksar fyri hvørji 1.000 tons av makreli.
Kanningarnar vísa eisini, at laksurin, sum skipini fáa, er ikki av íslendskum uppruna.
Summarið í 2010 og í fjør fingu íslendsku fiskiveiðimyndugleikarnir tilsamans 402 laksar frá skipum, sum høvdu roynt eftir makreli við flótitroli, skrivar Morgunblaðið.