Fáa nú tvær ferðir so nógv pláss í Vági


Eftir Ólavsøku verður farið undir at byggja frystigoymsluna í Vági út. Tað fer at kasta væl meiri arbeiði av sær, men tað hevur avgerandi týdning, at atløguviðurskiftini verða betri

 

Útbygging


Tað grør um gangandi fót.

Tað er eitt orðatak, sum vágbingar róliga kunnu taka til sín.

Fá, ella onki pláss í landinum vóru so hart rakt av kreppuni, sum júst Vágur, men síðani er tað støðugt gingið framá og seinastu áirni eru fleiri nýggj virki av ymsum slagi sett á stovn.

Og tað frættist framvegis javnan um nýggjar ætlanir í Vági á vinnuliga økinum.

Fyri nøkrum døgum síðani kundu vit í Sosialinum fortelja lesarunum um eitt nýtt laksavirki, sum letur upp í Vági síðst í mánaðinum og sum fer at útvega arbeiði til eini 100 fólk.

Men útbyggingarnar steðga ikki so. Tí samstundis, sum laksavirkið letur upp, verður eisini farið undir at byggja frystigoymsluna, sum stendur á havnalagnum, út.

Frystigoymslan, sum er í Vági, tekur eini 4.000 tons. Men nú í eina tíð, hevur verið arbeitt við ætlanini um at byggja hana út.

Tað er felagið Faroe Cold Stores, sum eigur frystigoymsluna. Teir, sum eiga Faroe Cold Stores eru feløgini Faromar, J. Mar í Onglandi og Orcades Viking, sum er fyrrverandi, nógv umstríddi føroyski gølutrolarin, Heygadrangur.

Johan Dahl sigur, at stykkið, sum goymslan skal standa á, verður liðugt planerað í dag og at arbeiðið at byggja frystigoymsluna út, byrjar beint eftir Ólavsøku.

Hann sigur, at tá ið frystigoymslan er liðugt útbygt, fer hon at taka 30.000 kubikk, ella góð 9.000 tons.

Samstundis skal ein forbygningur upp á 400 fermetrar gerast, sum skal brúkast til skiljing og til plattagoymslu.

Tilsamans er talan um eina íløgu upp á átta milliónir og frystigoymslan verður liðug í desember.

Hann sigur, at harafturat hava teir fingið tilsøgn um eitt grundstykki upp á 5.000 fermetrar til víðari útbyggingar í framtíðini.

Tosað hevur m.a. verið um at gera eitt virki til uppsjóvarfisk í Vági, Johan Dahl sigur, at arbeitt verður framvegis við teirri ætlanini, men at tað verður í hvussu so er ikki beint nú, at tað verður bygt, men nú er stykkið so klárt.


Meiri arbeiði

Tá í frystigoymslan verður útbygt, fer tað at kasta væl meiri arbeiði av sær, enn frystigoymslan ger nú.

Sum er, arbeiða eini 30-50 fólk í sambandi við frystigoymsluna, tá ið skip koma at lossa ella lasta.

?Tá ið frystigoymslan er útbygt, verður neyvan fleiri um fleiri arbeiðspláss. Men tað fer at føra við sær, at skipini, sum koma at lossa og lasta, verða væl fleiri, so at arbeiðið verður støðugari.

Hann sigur, at hóast arbeiðsdagarnir ikki eru so nógvir, eru teir rættiliga langir og lønin er tí hareftir. Verða skipini fleiri, skuldi borið væl til at fingið at forvunnið fulla vikuløn, hóast arbeitt ikki verður meiri enn tveir, tríggjar dagar.

Johan Dahl sigur, at teir eru sera væl nøgdir við fólkið, sum teir hava.

? Teir eru sera skjótir og kvikir. Mikudagin lastaðu tey 1.000 tons umborð á eitt farmaskip uppá 12 tímar og tá varð hvør eskja tikin av platti í lastini og stúva fyri seg. Talan er um einar 50.000 eskjur og tað er avbera væl klárað og ger virkið hjá okkum sera effektivt, sigur hann.


Neyðugt við djúphavn

Johan Dahl sigur, at nú so nógvar útbyggingar verða gjørdar í Vági, er tað alneyðugt, at atløguviðurskiftini verða gjørd nógv betri.

? Tað hevur avgerandi týdning, at djúphavnin, sum tosað so nógv hevur verið um, verður gjørd, tí tað er alt ov lítið atløgupláss sum er.

Hartil er havnin nakað grunn, sum er.

Johan Dahl sigur, at neyðugt verður at gera einar 70 metrar av djúphavn í Vági, annars fer tað ikki at bera til.

?Verður havnin ikki gørd, fer tað heilt einfalt at steðga allari vinnuligari útbygging á havnalagnum í Vági, tí tað er ikki pláss fyri skipunum, sigur hann.