Gongst sum ætlað, hava føroyingar eitt nýtt tinghús á Vaglinum í Havn í desember í ár.
Í apríl verður farið undir arbeiðið at inrætta tinghúsið av nýggjum, umbyggja telefonverksbygningin og knýta báðar bygningarnar saman til eitt nýtt tinghús.
Løgtingsskrivstovan hevur í lýsingum í bløðunum heitt á áhugaðir arbeiðstakarar, um senda inn upplýsingar, so Løgtingsskrivstovan saman við Heidi Hjalgrímsdóttir Poulsen, arkitekti, og Karl Jacob Danielsen, byggifrøðingi, kunnu gera av, hvørjir arbeiðstakarar eru egnaðir til at bjóða upp á arbeiðið.
Boðið út í tveimum
Arbeiðið at gera nýggja tinghúsið verður boðið út sum tvær sjálvstøðugar verkætlanir. Onnur fevnir um at umbyggja telefonverksbygningin og knýta hann saman við verandi tinghúsi. Hin fevnir um at inrætta verandi tinghús av nýggjum.
Verkætlanin at byggja um telefonverksbygningin er í trimum pørtum. Fyrst skal telefonhústornið takast niður. Síðani skal sjálvur høvuðsbygningurin leingjast við nýggjum trapputorni. Í triðja lagi skal ein tilbygningur gerast í trimum hæddum í leingjan av høvuðsbygninginum. Og at enda skal ein glasgongd gerast millum nýggja tilbygningin og sjálvt tinghúsið.
Ætlanin er, at farast skal undir hetta arbeiðið fyrst í apríl í ár, og meiningin er, at tað skal vera liðugt fyrst í desember.
Verkætlanin at byggja um verandi tinghús innan er eisini ein stór verkætlan. Tinghúsið skal fullkomiliga gerast av nýggjum innan. Húsið skal hava ein nýggjan tingsal, sum við áhoyraraplássum og pressubásum fyllir alt húsið. Opið skal vera upp í tróðri, men kortini skal ein plattur gerast oman fyri salin til pressuna.
Arbeiðið at byggja um tinghúsið skal eftir ætlan byrja í apríl og vera liðugt fyrst í november.
22,4 milliónir
Á fíggjarlógini fyri í ár eru settar 22,4 milliónir av til nýggja tinghúsið. Men hendan kemur at hava við sær sparingar í framtíðini. Tí tá nýggja og stóra tinghúsið er liðugt, er ikki longur neyðugt at leiga gomlu Dimmu í Erling Jalsgøtu 6 til Løgtingsskrivstovuna. Ætlanin er nevniliga, at alt tingarbeiðið skal vera savnað í nýggja løgtingshúsinum.
Meðan umbygt verður fer løgtingið at halda til í Útvarpshøllini, eins og tað gjørdi, tá tinghúsið í fjør varð umvælt uttan.