Tá ið Tryggingarfeløgini í fjør løgdu saman í Tryggingarfelagið Føroyar, var dagurin hátíðarhildin á ymsan hátt.
Unframt alskyns tilboð til viðskiftafólkini, brúkti Tryggingafelagið eisini hetta høvið til at lata Landssjúkrahúsinum eina stórfingna gávu.
Tað var ein gáva uppá heilar sjey milliónir, sum skuldi brúkast til ein spildurnýggjan magnetskannara.
Hetta er ein skannari, sum hevur staðið ovaliga á ynskilistanum á Landssjúkrahúsinum í fleiri ár.
Men har er spart so nógv, at tað so mangt hava játtanirnar ikki hava strekt til - og enn minni hava tær strekt til eitt so dýrt tól, sum hetta.
Tí var gávan frá Tryggingarfelagnum stórliga fagnað á Landssjúkrahúsinum.
Men hóast hetta nú er næstan eitt ár síðani, hendi ikki meir.
Tær sjey milliónirnar standa enn órørdar og enn enn minni er nakar skannari komin.
Hetta eru tað mong, sum undrast á. leysasøgur hava gingið um, at orsøkin til, at ongin skannari er komin, er ósemja á Landssjúkrahúsinum um, hvar hann skal standa.
Hava ikki pláss
Men hesin vísur Anders Harboe Ree, yvirlækni á røntgendeildini avgjørdur aftur.
? Skannarin er eitt slag av røntgentóli, og tað er ongin á Landssjúkrahúsinum yvirhøvur, sum ivast í, at hann skal skal standa á røntgendeildini.
? Tann stóri trupulleikin hjá okkum hevur verið, at vit hava heilt einfalt ikki havt pláss fyri skannaranum.
Hann minnir á, at nú eru tað yvir 30 ár síðani, at Landssjúkrahúsið varð bygt.
? Øll hesi árini er virksemið økt og økt alla tíðina, vit hava fingið fleiri og fleiri funktiónir og fleiri og fleiri tól á Landssjúkrahúsinum, men plássið er ikki økt. Tí hava vit nú í nøkur ár havt ett álvarsligt plásstrot at drigist við.
Anders Harboe Ree sigur, at líka síðani teir fingu skannaran, hava tey stríðst við at finna eitt pláss at seta hann upp á.
? Vit hava teknað og spekulerað, og vit hava havt ætlanir um at byggja út, bæði omaneftir, úteftir og uppeftir, men tað hevur gingið strilti, uttan at fara í holt við so stórar umbyggingar, at tað hevði verið alt, alt ov kostnaðarmikið og hevði nervað arbeiðið á røntgendeildini annars alt, alt ov illa.
Yvirlæknin sigur, at rættiliga nógv fólk hevur arbeitt við málinum at finna eina loysn.
? Hetta er eitt mál, sum hevur volt okkum serstakliga nógv høvubrýggj. Men nú heldur hann, at tað er komið undir land.
? Vit hava funnið eina loysn, sum er brúkilig. ? Tilboðini uppá arbeiðið koma inn nú í juni mánaða.
Plássið er so lítið, at tað er neyðugt at leggja arbeiðið til rættis út í æsir fyri at órógva sum minst.
? So tá ið farið verður undir umbyggingarnar, má tað ganga bæði skjótt og væl sum eftir eini linial.
? Tí er ætlanin at bíða til eftir summarfrítíðina.
? Gongur sum ætlað byrjar arbeiðið í august.
? Og væntandi kann nýggi skannarin so takst í nýtslu um ársskiftið.
Hví skal hann partout standa á røntgendeildini. Ber tað ikki til at seta hann onkra aðrastaðni?
? Á pappírinum letur alt seg gera, men í veruleikanum: Nei, hann má vera á røntgendeildini. Skal røntgendeildin spjaðast út á støð á Landssjúkrahúisnum verður arbeiðsgongdin alt ov tung og ólagalig, ikki minst tí at vit hava so lítið fólk. Hetta er so eyðsæð, at møgleikin at seta hann onkra aðrastaðni, hevur ikki verið nevndur, sigur Anders Harboe Ree. Sjálvur skannarin kostar fimm milliónir. Tær tvær milliónirnar, sum eru eftir verða brúktar til at seta hann upp fyri og til at læra fólk at brúka hann.
Eitt stórt framstig
Hann sigur, at hesin skannarin er eitt sera stórt framstig, sum styðjar uppundir aðrar kanningar. Hesin skannarin kemur sostatt ikki ístaðin fyri ein annan skannara. Serliga er hann ein fyrimunur, til kanningar av giktsjúkum, meginnervalagnum og til ortopediskar kanningar.
Sostatt er yvirlæknin sera fegin um at fáa hendan nýggja skannaran.
? Hetta er ein serstakliga spennandi og áhugaverd avbjóðing, men nú á døgum er ein slíkur skannari er náttúrligur partur av einum tøkniliga framkomnum sjúkrahúsi.
? Hetta er eitt tól, sum vit eru sera áhugaðir í at fáa. ? Hetta er eitt tól, sum læknarnir á øllum deildum hava tráðað eftir í mong ár.
Anders Harboe Ree sigur, at eitt úrslit av hesum er, at tað er neyðugt at senda færri sjúklingar til Danmarkar.