Fáa nú námsfrøðiliga útbúgving á Setrinum

Umleið 30 prosent av miðnámsskúlalærarum mangla námsfrøðiliga útbúgving. Nú hevur Mentamálaráðið avgjørt, at námsfrøðilig útbúgving til miðnámsskúlalærara framyvir skal staðsetast á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya

 

Útbúgvingin hevur í eitt áramál verið í eini bíðistøðu, og tað hevur havt tær óhepnu avleiðingar, at heili 30 prosent av miðnámsskúlalærarum onga námsfrøðiliga útbúgving hava.

Nógvir lærarar, sum hava undirvíst í mong ár á einum miðnámsskúla, hava í seinasta lagi í 2015 tikið ástøðiliga partin til námsfrøðiligu útbúgvingina. Umframt at hava undirvíst í seks ár og meira hava teir eisini eygleitt aðra undirvísing í ymsum lærugreinum og ymsum skúlaskipanum í 40 tímar. Hetta eru drúgvar undirvísingarroyndir, sum hesi fólk einki endaligt prógv hava kunnað fingið fyri.

Í sambandi við at Mentamálaráðið hevur uppraðfest førleikameting, og Fróðskaparsetrið hevur fingið myndugleika sum førleikametarar, avgjørdu vit at seta í verk eina førleikameting av kandidatum við ástøðiliga partinum og drúgvu undirvísingarroyndunum. Hetta er gjørt eftir neyvum leisti og hevur fingið góðkenning í danska undivísingarmálaráðnum, sum er okkara evsti góðkenningarmyndugleiki mótvegis útheiminum, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni. 


Fyrsti førleikametti kandidaturin liðugur
Fleiri kandidatar hava ynskt at taka sína útbúgving lidna eftir hesum leisti. Hetta er ein loysn, sum fer at gera tað lættari at fara í holt við nýggju útbúgvingina, sum eftir ætlan skal byrja í august.

Fyrsti kandidaturin eftir hesi skipan var Mona við Reiðlið, sum arbeiðir á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Mona er sjúkrasystir og hevur tikið master í positivari sálarfrøði á Århus universiteti. Hon undirvísir í sálarfrøðilærugreinum og hevur drúgvar undirvísingarroyndir á Heilsuskúla Føroya.

Ein innstillingarnevnd við viðkomandi fakfólki við námsfrøðiligum prógvi innstillaði Monu til at taka verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini við eini førleikameting.

Mona fekk í tíðarskeiðinum millum innstilling og endaliga vitjan vegleiðara knýttan at sær, sum virkaði sum ráðgevi og eygleiddi og vegleiddi henni í hennara undirvísing.
Skotsmálini, Mona fekk við endaligu vitjanina, vóru stak góð.

Níggju fólk fara í hesum skúlaárinum at hava lokið verkliga og seinasta partin av námsfrøðiligu útbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya.