Runavíkar býráð fer nú undir arbeiðið at útvega fleiri grundstykki á Skála
Tórjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, sigur við útvarpið FM1, at talan er um 27 grundstykki, og tey verða klár at byggja á um eitt ár.
Og borgarstjórin sigur, at áhugin er stórur, tí longu nú eru 23 av stykkjunum umbiðin.
Beint nú, eftir døgverða skuldi sáttmáli skrivast undir við Articon um at gera stykkini klár at byggja á, so tá ið tey verða seld, eru tey púra klár at byggja á.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at kommunan arbeiðir við fleiri útstykkingum og í næstum hava tey næstan 150 grundstykki til taks í ymsum bygdum í kommununi. Hann sigur eisini, at prísurin á grundstykkunum er ymiskur, alt eftir, hvar í kommununi, tey eru.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Tórbjørn Jacobsen greiða frá útstykkingum á Skálafjørðinum, sum av álvara verður ein partur av miðstaðarøkinum um eitt ár, tá ið tað er koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin.