Hóast løgtingsins umboðsmaður sigur, at bað- og vesiumstøðurnar hjá sjúklingunum á psykiatrisku viðgerðareindini P40 eru alt annað enn nøktandi, kunnu tey ikki vænta sær betri umstøður fyrr enn nýggi sjúkrahúsbygningurin er klárur at taka í nýtslu í 2021.
Løgtingsins umboðsmaður skrivar í frágreiðing síni eftir eftirlitsvitjanina í heyst, at av tí at hon veit, at nýggjur bygningur fer at standa klárur í 2021, hevur hon ikki lagt dent á at lýsa verandi hølisumstøðurnar í hesi frágreiðingini. Kortini metir hon, at einstøk støð og øki hava tørv á ábøtum beinanvegin.
Eitt av hesum økjum eru umstøðurnar hjá sjúklingunum at vaksa sær og at gera frá sær. Hon vísir á, at serliga á stongdu eindini eru viðurskiftini vánalig. Har er eitt vesi og eitt bað til tey fýra seingjarplássini á intensivdeildini og eitt vesi á akuttdeildini, men einki bað.
- Hetta merkir, at tá flest eru innløgd, eru sjey fólk ella fleiri um eina brúsu, og sjúklingarnar á akuttdeildini mugu yvir á eina aðra eind at vaska sær.
Løgtingsins umboðsmaður vísir á, at persónliga reinføri hjá sjúklingum kann vera ein stór avbjóðing fyri bæði sjúklingar og starvsfólk.
- Tá so er, og tá sjúklingar kunnu vera spentir fastir í longri tíð, haldi eg als ikki verandi baði- og vesiumstøður á intensivdeildini og akuttdeildini vera tíðarhóskandi.
Hon hevur tí mælt Landssjúkrahúsinum til, at bøta um hesi viðurskiftini, so at sjúklingarnir á akuttdeildini fáa høvi at fara í bað á deildini og at fleiri vesi verða gjørd.
Fyri einum mánaði síðani fekk løgtingsins umboðsmaður svar frá Landsstýrinum. Leiðslan skrivar, at hetta hevur verið umrøtt fleiri ferðir, men at niðurstøðan hvørja ferð er, at tað er ov kostnaðarmikið. Heilsu- og innlendismálaráðið sigur, at umvælingar eru gjørdar, fyri at gera vesini meiri tíðarhóskandi, men at tey kortini ikki fara at gerast fleiri í tali. Tað má bíða til nýggi bygningurin er liðugur. Sum altso er um fýra ár.