Fáa nógvan tosk í Eystrasalti

Tað er so nógvur toskur at fáa í Eystrasalti nú, at menn siga seg hava hava sæð slíkt fyrr.

-Bátarnir hava millum 600 og 700 kassar av toski hvønn túr, og eg havi ongantíð sæð nakað tílíkt fyrr, sigur havnarmeistarin í Stubbekøbing, Henrik Andersen, við danska kringvarpið.

Michael Andersen, lívfrøðingur, sigur við DR, at toskastovnurin í Eystrasalti hevur ment seg nógv tey seinastu fimm árini. At bátarnir fáa so nógv júst nú kemst av, at toskurin savnast á størri dýpi nú, og tí kemur meiri í trolið, sigur hann.

Hóast nógvur toskur er í Eystrasalti, samdust Danmark og fleiri onnur ES lond í fjør um at skerja kvoturnar í Eystrasalti fyri at endurreisa stovnin. Kvotan í tí eystara partinum av Eystrasalti minkaði níggju prosent og er nú 61.000 tons. Har vesturi minkaði kvotan seks prosent og ert beint oman fyri 20.000 tons.