Fáa nógvan stuðul nú tær eru farnar í verkfall

Nú ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru farnar í verkfall, eru tær ikki einsamallar. Tvørtur ímóti eru tað heilt nógv av føroysku fakfeløgunum, sum hava alment hava váttað, at tey stuðla ljósmøðrunum.

 

Samstundis heita fakfeløgini eisini á Fíggjarmálaráðið um at vísa samráðingarvilja og at setast aftur við samráðingarborðið.

 

– Semja finst bert um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn, siga feløgini í Fakfelagssamstarvinum, og tey eru Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelagið, AKF og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Eisini fleiri onnur fakfeløg í Heilsuverkinum, stuðla Ljósmøðrafelag Føroya »fult og heilt« í stríðnum fyri at veita limum sínum betri sømdir í lønar- og sáttmálaviðurskiftum sínum, sum tey taka til.

 

Sostatt heita bæði Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Heilsurøktarafelagið og Kost- og føðslufelag Føroya, á Fíggjarmálaráðið um at taka uppaftur samráðingarnar alt fyri eitt og sýna  samstarvsvilja til at fáa eina nøktandi semju í lag, sum tey orða seg.

 

Men eisini fakfeløgini í Samtaki, stuðla ljósmøðrunum, tey eru Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og tey siga at tey stuðla ljósmøðrunum treytaleyst í stríðnum at fáa limunum betri sáttmála og arbeiðskor.

 

Feløgini heita á Fíggjarmálaráðið um at sessast aftur við samráðingarborðið við einum veruligum vilja at samráðast og at finna eina loysn.