Fáa nógva sild

Fleiri av teimum føroysku sildaskipunum hava fingið last Tey føroysku sildaskipini hava havt góðan fiskiskap norðanfyri. Skipini fóru út at leita beint fyri ólavsøku, og síðani tey raktu við sild í síðstu viku, hava fimm teirra fingið last.

Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Jupiter eru á veg inn at landa umleið 2.500 tons í part. Tey verða inni í morgin, men fyrrapartin varð ikki endaliga avgjørt, hvar tey skuldu landa.

Fagraberg og Høgaberg hava landað ávikavist í Fuglafirði og í Íslandi. Teir høvdu fulla last.