Tey seinastu 18 árini hava íslendingar lagt dent á at fáa meiri burtur úr fiskinum, og hetta hevur eisini givið úrslit. Í 1992 framleiddu teir 1.667 tons av sokallaðum eykavørum, og í 2010 var nøgdin komin upp á 48.000 tons.
Tann best kenda eykavøran er lýsi, men tær eru fleiri. Eitt nú ger fyritøkan Atlantic Leather leður úr fiskaskræðu, fyritøkan Kerecis ger krem úr skræðu, Ice-west niðursjóðar roykta toskalivur, og virkið Haustak turkar høvd og bein til afrikanska marknaðin.
Sambært Morgunblaðnum er íslendingum greitt, at tað eru fleiri óroyndir møguleikar á hesum marknaðunum, og at ræður bert um at hava hugflog.










