Fáa nógv burtur úr í Nesvík

Millum tey 760 børnini ið fara á legu í Nesvík í summar, er 11 ára gamli argjadrongurin Eyðun Poulsen. Á leguni er ymiskt á skránni til tey ymisku børnini. – Eg elski at syngja, sigur hann

Nesvík: Veðrið er av tí fagrasta seinnapartin týsdagin í hesi vikuni.

Á skránni hesa løtuna hava leguluttakararnir havt møguleika at velja seg inn á fleiri ymiskar breytir. Ein av hesum breytunum kundi kanska itið krabbaveiða á landi.

Í øllum førum eru fleiri børn farin ein túr oman í fjøruna í hesum sambandi. Tey leita undir hvørjum steini, og tað er ikki frítt, at hetta eisini gevur úrslit.

Á eini stórari balju síggjast fyrstu úrslitini eftir góðu veiðuni. Krabbar í ymiskum støddum ganga á botninum, eins og eitt djór, sum hvørki børn ella vaksin vita navnið á.

Líkt er til, at Eyðun og hinum børnunum dámar hetta sera væl, og tey lata seg als ikki órógva, hóast eitt rættiliga grovt æl fer strúkandi framvið ella at umboð fyri tíðindatænastuna eru á vitjan.

Tá tey eru upptikin av einumhvørjum áhugaverdum, leggja tey líka í, hvussu umstøðurnar broytast rundan um tey.

- Hetta er bara super, sigur ungi argjadrongurin.



Fanga krabbar

Hetta er ikki fyrstu ferð at Eyðun er á summarlegu í Nesvík. Hann hevur verið her fleiri ferðir áður, og gleddist aftur um at fara á aftur á sama stað, tá legan byrjaði mánakvøldið.

- Tað er faktiskt líka stuttligt at koma á summarlegu á hvørjum ári, slær hann fast.

Hjá Eyðuni er stuttligt at hitta nýggj fólk, og eisini at vera á legu saman við fólki, ið ein kennir. Á hesi leguni er hann saman við trimum vinum sínum – tveimum av Argjum og einum úr Havn.

Á leguni gera tey mangt og hvat, og sum teimum ungu dáma. Tá ein spyr Eyðun, hvat honum dámar allarbest, nevnir hann beinanvegin trý ting: Bíbliutímarnar, jollurnar og tað at fanga krabbar.

- Tað besta eg veit, er at fanga krabbar her í fjøruni. Tað plagi eg eisini at gera í Sandágerði, tá veðrið er gott, sigur hann íðin á málinum.

Í ár er fyrstu ferð at møguleiki er hjá leguluttakarunum at hoppa á teirri stóru luftpútuni niðanfyri leguhúsið.

- Hetta er eisini ordiliga skeg, sigur ungi argjamaðurin.


Svigarpápin

Ein summarlega er merkt av tiltøkum, sum eru bæði til álvara og gaman. Til tann fyrra partin hava bíbliutímarnir hvønn morgun sítt sjálvsagda pláss.

Evnini til hesar bíbliutímarnar skifta ár undan ári, og í ár verður dentur lagdur á at greiða børnunum frá lívinum hjá tveimum av monnunum í Gamla Testamenti – Mósesi og Dánjali.

Eyðun kennir væl søguna um Móses, ið var hann sum leiddi Ísraels fólk út úr Egyptalandi. Hann eigur sjálvur ein film um Móses og eitt systkinabarn hansara eigur ein annan.

Hóast hetta, so lærir ein altíð okkurt nýtt, tá ein soleiðis situr til undirvísing á eini summarlegu.

- Eg visti ikki, at hann fór til svigarpápan at ansa eftir seyði, og at hann eisini gjørdi hetta, tá hann sá tann brennandi tornarunnin.

- Eg trúði at hann var í ferð við at flýggja, tá hetta hendi, sigur Eyðun.

Tað er bæði vist og satt: Ein lærir, so leingi ein livir!