? Vit leggja okkum eftir at vísa fiskin hjá okkum, ið er óviðgjørdur, fyri nýggjum keyparum, so at vit eisini kunnu fara at selja okkara fisk aðrastaðni, enn vit hava áður, sigur reiðarin Olaf Olsen, eigari av Beta Fish.
Hann leggur dent á, at tað er neyðugt hjá einum felagi sum Beta at hava nógvar keyparar av fiskinum, so trygd kann fáast fyri, at hann altíð verður seldur.
? Henda stevnan gevur okkum nýggjar møguleikar at sleppa av við fiskin, við tað at vit fáa samband við aðrar keyparar.
Soleiðis er henda fiskivinnustevnan við til at lata upp nýggjar hurðar hjá føroyskum fyritøkum, ið hava nýtt henda møguleikan at føra seg fram á marknaðinum.
Stórur áhugi
Tey á básinum hjá Beta siga, at nógvir keyparar hava verið og spurt seg fyri. Hetta eru fólk úr Føroyum, men eisini fleiri úr grannalondunum sum Skotlandi, Íslandi og Noregi.
Olaf Olsen sigur, at undir verkfallinum hava trolararnir verið noyddir at landa í Íslandi. Hetta hevur havt við sær, at navnið Beta er eitt sindur kendari fyri útlendskar keyparar. Tað hevur kanska eisini verið við til at økja um áhugan fyri Beta.
Avleiðingarnar av verkfallinum eru sostatt ikki bara negativar.
Olaf metir seg hava fingið nógv burturúr stevnuni, og tað at útlendingar koma higar kann vera við til at økja um skaran av kundum. Hetta er eisini ein stevna, har sambond vera knýtt, og arbeitt verður víðari við ymiskum, sum tosað hevur verið við kundar um.
Vert at hava aftur
Olaf Olsen heldur, at grundarlag avgjørt er fyri eini slíkari stevnu í Føroyum, og tað sæst við at vera við á stevnuni.
Hon líkist nógv øðrum slíkum stevnum í útlondum, og nógvir útlendingar hava nýtt høvi at vitja hana.
Nógvir av teimum útlendingum, ið hava verið í Runavík teir farnu dagarnar, eru ovfarnir av tí fjølbroytta vinnulívinum í Føroyum.
Olaf sigur, at hann hevði ikki væntað, at stevnan fór at vera so væl fyriskipað og væleydnað.
Fyriskiparin Símun Hammer sigur, at ætlanin er at hava stevnuna annaðhvørt ár, men hesum er Olaf ikki samdur við honum í. Hann heldur, at stevnan kanska skuldi verið triðja ella fjórða hvørt ár.
Reiðarin úr Runavík dylur tó ikki fyri, at um slík stevna verður aftur, so verður Beta Fish at aftur síggja.