Talan verður um níggju spennandi og áhugaverdar fyrilestrahaldarar, sum vera á GLS-ráðstevnuni (Global Leadership Summit) í Norðurlandahúsinum 21. og 22. oktober.
11. og 12. august var GLS-ráðstevnan hildin í Chicago í USA. Millum teir umleið 7.500 luttakararnar vóru eisini tríggir av limunum í GLS-nevndini í Føroyum. Teir tríggir eru Rúni Rasmussen, Frants Jensen og Kristian Østergaard.
Umframt at vera við á sjálvari ráðstevnuni, vóru føroyingarnir við á fleiri fundum bæði áðrenn og aftaná stevnuna, har ymisk viðurskifti viðvíkjandi stevnuni vórðu viðgjørd.
Stuttligt var eisini at síggja, at tá ið ræður um GLS, so smæðist Føroyar ikki burtur millum aðrar tjóðir. Umframt at vit í Føroyum hava nógv mest umboðan í mun til fólkatalið, so hava Føroyar eisini havt fleiri luttakarar enn lond sum Ísland, Belgia, Italia og Spania.
Leiðsluráðstevnan í Willow Creek í Chicago hevur nógv ár á baki. Við tíðini er leiðsluráðstevnan vaksin, og í ár varð ráðstevnan beinleiðis send yvir fylgisvein til 185 ymiskar býir í USA, har umleið 165.000 fólk luttóku. Seinni í heyst, tá ið fyrilestrarnir eru tekstaðir og tilfar og annað er gjørt, verða GLS-ráðstevnur í 270 býum í 70 londum kring allan heimin, har útvaldir fyrilestrar frá ráðstevnuni í USA verða vístir í teimum ymisku londunum.
Í Føroyum verður ráðstevnan 21. og 22. oktober í Norðurlandahúsinum í Havn, og væntandi verður Norðurlandahúsið næstan fult, eins og tað hevur verið undanfarin ár.
Føroyska GLS-nevndin hevur nú valt, hvørjir fyrilestrar vera vístir í Føroyum. Og ikki kann sigast annað, enn at talan er um nógvar spennandi og áhugaverdar vinnulívsleiðarar, leiðarar í kirkjum og samkomum, rithøvundar og persónar, sum hava gjørt stórt hjálpararbeiði millum fátøk og neyðstødd, ið fara at geva íblástur til føroyingar.
Allir fyrilestrahaldararnir hava nógv at geva leiðarum innan vinnulívið, tí almenna og leiðarum innan kirkju- og samkomugátt. Um onkur skal verða tikin burturúr, sum er sera gevandi, so kunnu nevnast Steven Furtick, ungi pastorurin, sum í dag er leiðari fyri einum savnaði við 8.000 fólkum, Patrick Lencioni, kendur vinnulívsleiðari, ið tosar um tað at vera sárbærur, og Mama Maggie, sum ofta verður nevnd 'Móður Teresa í Kairo'.
(Mynd: Teir tríggir føroysku umboðsmenninir - Rúni Rasmussen, Frants Jensen og Kristian Østergaard)