Kommunutíðindi
Hósvík:Hósvíkingar skulu hava meira og betri vatn, hevur kommunan gjørt av. Nýggj goymsla verður gjørd, og reinsiverk skal eisini setast upp.
Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík, sigur, at ein av næstu døgunum verður biðið um tilboð at gera fýra nýgjgar vatnbrunnar oaman fyri verandi goymsluna við Toftafoss sunnanvert í Hósvík. Samstundis skulu inntøk gerast ovarlaga í Toftá, og leiðingar leggjast í brunnarnar.
Við í verkætlanini er eisini reinsiverk, sum tó ikki verður gjørt í ár, væntar hann. Tað verður so kostnaðarmikið, at mett verður ikki, at fíggjarlig orka er til at gera alt í einum ári. Tí verður kalkulerað við eini tvey ára ætlan, til at gera vatnprojektið liðugt, sigur borgarstjórin.
Hósvík er væl fyri, tá tosað verður um kloakkviðurskifti. Arbeitt hevur verið við at gera kloakkirnar í Hósvík lidnar, og nú vantar bara at binda nøkur heilt fá hús í, so er liðugt, sigur Jógvan Mørkøre. Tað arbeiðið verður gjørt í hesum árinum.
Hósvíkar Kommuna fer eisini at gera eitt øki á havnarlagnum klárt til at byggja høll á, sum umrødd er aðrastaðni í blaðnum. Har skal fyllast eitt sindur út á sjógv, og fundamentið til høllina gerast klárt.
Kirkjugarðurin hevur fingið eitt eyka lið, har nú ber til at koyra ein rullustól ella barnavogn, um tað skal vera, ígjøgnum.
Og so eru tað gøtunavnaskeltini. Postverkið vil hava gøtunøvn við húsanummari allastaðni í landinum. Og her er Hósvik undangongubygd. Allir vegir og gøtur í Hósvík hava fingið navn, og skeltini eru sett upp, sigur Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík.