John Johannessen
Frá september mánaði fer tað at taka minni enn eitt korter at ferðast millum Skálafjørðin og Havnina.
Strandferðslan fer nevniliga frá september mánaði at leiga norsku tvíkiljuna Varanger Fjord at sigla farleiðina millum Skálafjørðin og Havnina.
Varanger Fjord er 40 metrar long og tekur 200 ferðafólk. Ferjan hevur eina tænastuferð á 35 míl, men kann sigla 38 míl.
Á dekkinum hevur Varanger Fjord krana, soleiðis, at hon eisini kann taka farm.
Farleiðin millum Havnina og Skálafjørðin er 8 fjóðringar. Tí tekur ferðin bert eitt korter, um ferjan siglir við eini ferð á 32 míl, ið er minni enn vanliga tænastuferðin.
Ternan I, sum í løtuni røkir farleiðina millum Skálafjørðin og Havnina, er 40 ára gomul og treingir til at verða skift út við nýggjari skip. Ternan I tekur 116 ferðafólk um summarið og 50 ferðafólk um veturin. Ternan I er 36,6 metrar long.










