Fáa nýggja bátabrýr á Vágni í Klaksvík

Í morgun byrjaði Vegadeildin hjá kommununi arbeiðið við at gera nýggjar bátabrúgvar á Vágni. Tað skrivar Klaksvíkar Kommuna í dag. 

 

- Fyrsti partur av arbeiðnum er at reinsa fyri grót framvið sjóvarmálan við núverðandi bátabrúgvar. Tá ið hetta er liðugt, verður farið undir at stoypa á botninum, har nýggju brúgvarnar síðan verða settar omaná. Finskur veitari framleiðir nýggju bátabrúgvarnar, sum verða sendar til Føroya og monteraðar seinni í summar, skrivar kommunan. 

 

 

– Vit hava allan vegin ígjøgnum lagt stóran dent á, at bátaeigararnir skuldu hava møguleika fyri at geva sína meining til kennar, og tí hava teir allir fingið spurnarblað í samband við hesa verkætlanina. Tað merkir samstundis, at stórur áhugi nú er fyri arbeiðnum, sum er byrjað, og tað verður stuttligt at fylgja við komandi tíðina, har vit fara at síggja veruligar broytingar í økinum, sigur Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini

 

Hann leggur afturat í tíðindaskrivinum, at fleiri hugskot eisini hava verið á lofti um, hvat núverandi bátabrúgvar kunnu brúkast til. – Sjálvt um tær gomlu bátabrúgvarnar hava tænt væl í rættiliga nógv ár, so kunnu nakrar av teimum brúkast eitt sindur afturat, so tær verða eftir ætlan tiknar í nýtslu aðrastaðni í kommununi, har tørvur er á bátaplássum, sigur Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini í Klaksvíkar kommunu.