Gøtunøvn
Við Sjógv: Nú hava allar gøtur og allir vegir í Sjóvar Kommunu fingið navn.
Á bygdaráðsfundi mánakvøldið samtykti bygdaráðið, hvussu áleið 30 vegir og gøtur í teimum ymsu bygdunum í kommununi, skulu nevnast.
Eivind Jacobsen, borgarstjóri, væntar at tað verður einaferð, tá ið tað líður út á árið, at nøvnini koma í gildi.
Í løtuni verður samráðst við landsverkfrøåingin um, hvussu ymsir landsvegir í kommununu skulu nevnast.
Hetta er eitt mál, sum kommunan hevur arbeitt við í fleiri ár. Ein nevnd hjá bygdaráðnum hevur arbeitt við málinum og hon hevur ráðført seg við fólk, sum hava arbeitt við hesum áður.
Síðani eru uppskotini send fólki til ummælis og at enda hevur borgarafundur verið um gøtunøvnini.
Eivind Jacobsen sigur, at tað komið ongi beinleiðis mótmæli. Tó eru fólk komin við uppskotum, sum tey halda hava verið betri. Eitt nú eru tað heilar bygdir, sum haav heitt á kommununa um at broyta okkurt navnið og tað hevur bygdaráðið so tikið til eftirtektar í stóran mun.
Eivind Jacobsen sigur, at í so stóran mun sum gjørligt, hava tey roynt at varðveitt ey gomlu staðarnøvnini, men tað er ikki altíð lætt, tí tað eru vegastubbar, har fleiri staðarnøvn,