Fáa nú eitt gott høvi at styrkja seg aftur

Samgongan skal ikki at svíða fyri hetta, sigur Helena Dam á Neystabø

- Tað er harmiligt, at vit skulu verða sett út um við tí góða valúrsliti, vit fingu.

 

Tað sigur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.

 

Og tað, hon sipar til, er sjálvsagt, at nýggj samgonga er skipað í Tórshavnar Býráð, har Javnaðarflokkurin ikki slapp upp í part.

 

Helena Dam á Neystabø, er fáorðað um støðuna, men hon heldur, at tað er spell, at Javnaðarflokurin ikki skal fáa ávirkan. Men hon vil lata tað, sum er hent, tala fyri seg sjálvt.

Hon heldur, at tað er øgiliga harmiligt, at Javnaðarflokkurin ikki fær ta ávirkan, hon heldur, at veljarin hevur viljað, at hann skuldi fingið. Og hon heldur eisini, at atburðurin hjá Fólkaflokkinum hevur verið ógvuliga óvirðiligur og als ikki álitisvekjandi.

 

Heðin Mortensen, sum misti borgarstjórasessin á stokkinum, hevur hótt við, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri samgonguna, tí hann góðtekur ikki, at somu flokkar, hann samstarvar við í samgonguni, Tjóðveldi og Framsókn, hava tikið borgarstjórasessin frá honum í Tórshavnar.

 

Og tí ávarar hann samgonguna og minnir á, at samgongan ætlar at fremja eina fiskivinnunýskipan, og at brúk er fyri øllum atkvøðum. Men stendur hetta við, fer hann at taka støðu frá máli til mál.

 

Helena Dam á Neystabø hevur ikki somu støðu. Hon sigur, at støðan í Tórshavnar Býráð fer ikki at ávirka samstarv hennara við samgonguna.

 

- Arbeiðið í býráðnum, og arbeiðið í samgonguni, er hvør sítt, og tey viðurskiftini blandi eg ikki saman, sigur hon.

 

Fólkaflokkurin er rættiliga komin í neyð, tí hann hevur at kalla fullkomiliga mist takið á veljarunum í Havn. Úrslitið av tí er, at flokkurin hevur havt lítla undirtøku í Havnini, og tað hevur stórar avleiðingar fyri tingmannatalið hjá flokkinum, og á úrslitið á fólkatingsvalum.

 

Men nú Annika Olsen verður borgarstjóri í Havn, hava Tjóðveldi og Framsókn nettupp givið Fólkaflokkinum eina lívlinju, so at hann kann fáa fótafestið aftur í høvuðstaðnum.

 

- Ja, Fólkaflokkurin hevur fingið ein góðan pall at styrkja seg aftur á í Havnini, men tað er so eitt val, Tjóðveldi og Framsókn hava tikið, staðfestir Helena Dam á Neystabø.  

 

Vit spurdu eisini Helenu Dam á Neystabø um tey í Javnaðarflokkinum hava mist allar vónir um at broyta støðuna, so at Javnaðarflokkurin kortini fær leiðsluna aftur í Tórshavnar Býráði.

 

- Tað eru mangir leikier í longum talvi, er einasta viðmerking frá henni í kvøld.