Føroysk lesandi kunnu nú eisini fáa lestrarstuðul í Íslandi Íslendska mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul til lestur í íslendskum máli og bókmentum á hugvísindadeild Háskóla Íslands lestrarárið 2008/2009. Stuðulin er 6.300 føroyskar krónur um mánaðin í átta mánaðir. Tað skrivar Altjóða Skrivstovan á síni heimasíðu.
Tað ber eisini til at fáa stuðul til nám í altjóða námi í íslendskum miðaldarbókmentum á M.A.-stigi.
Stuðulin er nóg mikið til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.
Námið byrjar 1. september 2008 og endar 30. apríl 2009. Tey, sum vilja hava fleiri upplýsingar um lestrarmøguleikar í Íslandi, kunnu fáa teir frá Setursskrivstovuni.