iHúsakeyp
Hvalbiar Kommuna hevur nú keypt eini stór sethús, sum ætlanin er at hava ymiskt kommunalt virksemi í.
Talan er um húsini hjá Poul Nónfjall, vanliga nevndur Poul í Fámjin, sum kommunan nú hevur keypt.
Húsini liggja sera væl fyri, mitt í bygdini og tað er frítt rundanum tey, so møguleikarnir at sleppa til og frá eru sera góðir. Hartil eru húsini stór, tríggjar hæddir, har alt er innrættað og uttanfyri er hampiliga stórur bilskúrur
Húsini kostaðu 500.000 krónur at keypa.
Alt kommunalt virksemi
Levi Niclasen, bygdaráðsformaður í Hvalba, sigur, at ætlanin er at nú skal alt kommunalt tað virksemið húsast undir sama taki í nýggja húsinum.
Eitt nú skal kommunuskrivstovan flyta yvir í húsið. Somuleiðis er ætlanin at sløkkiliðsúterðin skal vera í kjallaranum og har er eisini pláss fyri gravkúgv og øðrum arbeiðsamboðum hjá kommununi.
Nýggja kommunulógin setir eisini størri krøv til kommunurnar, eitt nú skulu bygdaráðsfundirnir hereftir verða almennir. Í nýggja húsinum verður eisini pláss fyri at hava almennar bygdaráðsfundir.
At kommunan nú fær flutt alt sítt virksemi undir sama tak, er eitt stórt framstig, tí hølisumstøðurnar eru ógvuliga vánaligar, sum er. Einasta høli, ið kommunan hevur, er gamli skúlin, sum heimarøktin eisini brúkar. Og hann er so lítil, at tað er ikki hugsingur um at hava almennar fundir har. Nógv av amboðunum og útgerðini hjá kommununi standa eisini illa, sum er.
Nær kommunan flytir í nyggju húsini, er ikki greitt enn, tí okkurt smávegis er at gera við tey.
Av tí at kommunan ikki hevur umstøður at hava almennar fundir, sum er, hevur hon fingið eitt skotbrá til 1. juli at hava almennar fundir. Juli og august er summarfrí, so fyrsti almenni bygdaráðsfundur í Hvalba verður í september.
Enn er støða ikki tikin til, hvat Gamli Skúli, sum kommunan nú húsast í, skal brúkast til. Levi Niclasen sigur, at ein møguleiki er at Fornminnafelagið fær hann at húsast, men aðrir møguleikar eru eisini.