Nú fáa Bústaðir 250 milliónir afturat at byggja íbúðir fyri. Tað fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um nakað eftir nýggjár.
Hetta er eitt lið í bústaðarpakkanum, sum Landsstýrið legði fram herfyri. Og eftir uppskotinum, sum nú verður lagt fyri Løgtingið, skulu Bústaðir fáa heimild til at selja lánsbrøv fyri 250 millónir krónur. Trygdin fyri lánsbrøvunum verður tann fasta ognin hjá Bústøðum
Kristina Háfoss sigur, at eftir ætlan verður hetta nóg mikið til at Bústaðir kunnu byggja 200 íbúðir afturat kring landið – umframt tær íbúðirnar, sum eru í gerð, ella um tað eru í umbúna at gera.
Kristina Háfoss sigur, at í dag verður meginparturin av uppsparingini í Føroyum sett í donsk lánsbrøv – eisini tær 9,5 milliardirnar vit hava spart upp í pensjónum. Og ein partur av tí verður brúkt til at fíggja íbúðir í Danmark.
Men nú fer tað at bera til at keypa lánsbrøv frá Bústøðum, so at pengarnir verða brúktir at fíggja íbúðir í Føroyum við.
Í uppskotinum, sum verður lagt fyri Løgtingið í næstum, verður eisini gjørt greitt, at umframt leiguíbúðir, skulu Bústaðir eisini kunnu útvega lutaíbúðir til lutaíbúðafeløg.
Uppskotið um hetta er nú sent avvarðandi pørtum til viðmerkingar, og tað hava tey ein mánað til. Tá ið viðmerkingarnar eru lætnar inn, verða tær gjøgnumgingnar, og uppskotið verður lagað til, og so verður tað lagt fyri Løgtingið.