- Okkara meting var, at arbeiðið fór at kosta 1,8 miljónir krónur og kanska upp ímóti 2 miljónum krónum, men nú vísir tað seg, at arbeiðið kann gerast munandi bíligari. Fríggjadagin vórðu tilboðini upp á bygging av nýggjum musikkskúla í Sørvági latin upp.
Talan er um umbygging av gamla skúla og ein tilbygning, sum tilsamans fara at geva nýggja musikkskúlanum stívliga 300 fermetrar at virka undir.
Tilsamans 12 fyritøkur høvdu biðið Sørvágs kommunu um tilfar, og innkomnu tilboðini vóru 9 í tali.
Jákup Súni Lauritsen, formaður í bygginevndini, sigur, at tilboðini lógu úr stívliga 1,5 miljónum krónum upp í stívliga 2 miljónir krónur.
- Okkara meting var, at arbeiðið fór at kosta stívliga 1,8 miljónir krónur og kanska upp ímóti 2 miljónum krónum, men nú vísir tað seg, at arbeiðið kann gerast munandi bíligari.
Jákup Súni sigur, at fýra av tilboðunum liggja beint omanfyri 1,5 miljónir krónur, harav tilboðið hjá Trøðhamri liggur lægst á 1.544.000 krónum.
Samtykt er, at Trøðhamar skal gera arbeiði.
Í síðstu viku segði borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, við Portalin, at nýggi musikkskúlin í Sørvági ætlandi skal standa liðugur næsta summar.