Fáa meira at vita um fosturbørn

Mikudagin 25. nov. eru 10 ár liðin síðani Fost­ur­for­eldr­a­fel­ag­ið varð stovnað.

Í tí sambandi skipar fel­ag­ið fyri evnisdegi, har Tórun Højgaard Ósa, sam­fel­ags­frøð­ing­ur, heldur fyri­lest­ur um eina kanning, sum hon hevur gjørt av før­oysk­um fosturbørnum.
Eisini fer sálar­frøð­ing­ur­in, Rigmor Napolionsdóttir, at hava fyrilestur um em­pa­t­iskt samskifti.

Felagið varð stovnað av nøkr­­um fost­ur­for­eldr­um, sum høvdu havt fost­u­r­børn í nøkur ár. Hesi fost­u­r­for­eldr­ini samlaðust í bólk­um, sum Sosiala deild í Tórshavnar kommunu skip­aði fyri. Fost­ur­for­eldr­ini h­ildu, at tað var av stór­um týdn­ingi, at at tey skip­aðu seg í felag at fáa skeið og skipa fyri øðrum til­tøk­um fyri at menna før­leik­ar­ar­nar at taka sær av børn­um, ið høvdu verið fyri van­s­org­an.

Síðani hava fleiri skeið og onn­ur tiltøk verið.
Eitt mál, sum Fost­ur­for­eldr­a­fel­agið hevur, er eisini at menna fosturbørnini. Í tí sa­m­band­inum hevur fel­ag­ið tey seinastu árini skip­að fyri Fosturfamilju-døg­um. Hesi tiltøk hava eydn­ast sera væl. Næsta ár ætla tey at hava ein Fost­ur­fam­ilj­u­dag í Nesvík, har fost­ur­børn­ini fáa høvi til at vísa í verki, gjøgnum tónleik, dans, sang, list og annað, sum tey duga.