Fáa lítið burturúr á útivølli

Innanhýsis uppgerðirnar millum tey fýra fremstu enda sum oftast við heimasigrum

Fótbóltur

 

Tað eru tey fýra, ið myndað oddin, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við skuldi gera tað. VB/Sumba, 07 Vestur, TB og AB eru tey einastu, sum hava møguleika at flyta upp í Formula deildina, og tað eru hesi fýra, sum eru á fýra teimum ovastu plássunum.

AB hevur leingi verið millum trý tey bestu, men eftir túrin suður á Sevmýri datt AB niður á fjórða plássið. Orsøkin er tann, at TB við at skora 2-1 sigursmálið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, leyp um bukk upp um júst AB.

Útivøllar hagtølini eru soltin hjá AB, tá ið argjamenn hava spælt ímóti kappingarneytunum til uppflyting. AB hevur tapt 4-3 í Vágum, 1-0 í Vági og í gjár 2-1 á Tvøroyri.

Merkisvert er tað, at tey bæði Suðuroyar liðini bara hava spælt eina ferð í part á útivølli ímóti teimum, sum kappast um uppflyting, meðan AB og 07 Vestur hava spælt tríggjar ferðir í part á útivølli ímóti kappingarneytunum.

Eisini hjá 07 Vestur hava ferðirnar til Suðuroyar hilnast illa. 07 Vestur tapti 4-0 á Sevmýri, og á Vágseiði taptu teir 1-0. Meðan AB tapti í Sørvági, og eydnaðist tað 07 Vestur at fáa stig á Argjum, har úrslitið var 2-2. Einasti útisigurin í toppuppgerðum higartil var tað, tá ið VB/Sumba vann 2-0 á Sevmýri.

At Suðuroyarliðini bara hava hitt kappingarneytarnar eina ferð í part á útivølli, meðan AB og 07 Vestur hava vitjað tey, sum tað verður kappast við um uppflyting, tríggjar ferðir, hevur ivaleyst sítt árin á, at støðutalvan sær út soleiðis, sum hon ger.

Innanhýsis uppgerðirnar ímillum hesi fýra eru lyklauppgerðir. Leygardagin fara øll hesi fýra at spæla á útivølli, og tískil verður talan ikki um nakra innanhýsis uppgerð.

Tann fyrsta av tí slagnum, sum stendur fyri framman, verður, tá ið AB leygardagin 28. juni í 13. umfari fer at fáa vitjan av oddaliðnum VB/Sumba. 5. juli fer TB at vitja í Sørvági, og 12. juli, tá ið síðsta umfarið undan summarsteðginum verður á skránni, fer VB/Sumba at spæla í Sørvági.

Hjá teimum, sum ætla sær at flyta upp, eru ikki ráð at klossa fleiri stig burtur ímóti eykamonnunum hjá Formula liðunum. AB og 07 Vestur hava higartil fingið fult ímóti eykaliðunum, meðan tey bæði feløgini úr Suðuroy longu hava mist. Víkingur hevur í Leirvík vunnið 1-0 á bæði VB/Sumba og TB, og HB hevur megnað javnleik bæði á Sevmýri og á Vágseiði. Á Tvøroyri var úrslitið 2-2, og leygardagin endaði tað málleyst í Vági.

Merkisvert í hesi vikuni var tað, at NSÍ, sum eftir síðsta vikuskifti hevði fýra stig og var aftast, nú hevur tvífaldað úrtøkuna. Mikukvøldið endaði tað 1-1, tá ið HB vitjaði við Løkin, og fríggjakvøldið endaði tað 5-0, tá ið EB/Streymur – ivaleyst í stevnutonkum og finalutonkum – vitjaði á sama vølli.

Nú er B68 aftast. Grannadystur millum B68 og NSÍ verður á Svangaskarði 28. juni.