Fáa løn hóast tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður

Tey, sum arbeiða á stovnum undir Landinum, hava betri sømdir enn onnur

 

Nú illveður herjar um landið og nógvar avlýsingar eru, hendir tað seg meira enn so, at tað ikki slepts til arbeiðis fyri veður tí samferðslan liggur lamin 

Starvsmannafelagið ger nú vart við, í sjálvum sær er tað lóglig frávera, tí tað ikki slepst til arbeiðis fyri veður.

Men um tú hevur rætt løn undir fráveruni veldst um antin tú arbeiðir á onkrum stovni undir landinum, ella ella um tú arbeiðir hjá eini kommunu.

Starvsmannafelagið sigur, at starvsfólk hjá Landinum eru fevnd av eini vegleiðing frá 1992. Og har stendur, at er veðrið so vánaligt, at tann almenna ferðslan liggur lamin, hava tey rætt til fráveru við løn.

Tað er sostatt ikki nokk at starvsfólk sjálvt ikki hætta sær at koyra ímillum bygdir í bili.

 Men kommunurnar hava ongar felags reglur um forfall fyri veður, tí tað stendur til hvørja kommunu sær at gera av, hvussu tær fara fram í hesum føri.

Men eru ongar reglur á hesum øki, ella eru ongar fastar mannagongdir, hava starvsfólkini heldur ikki rætt til goldna fráveru.

 Starvsmannafelagið heldur at tað er órímiligt, at tað verður gjørdur slíkur munur á starvsfólkum hjá landi og kommunum.

– Felagið hevur heitt á Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um at fáa felags reglur fyri kommunurnar, men svarið hevur verið, at einstøku kommunurnar ráða fyri hesum sjálvar, sigur Starvsmannafelagið.

Samstundis heitir Starvsmannafelagið á kommunur og aðrar arbeiðsgevarar, um ikki at draga síni starvsfólk í løn, tá tey ikki sleppa til arbeiðis fyri veður, so at tey eru verri stillaði enn tey, sum starvast hjá landinum.