Fáa løn fyri at ganga heima

839.652 almennar krónur eru higartil farnar til lønir og húsaleigu til Serdagstovnin á Argjum, hóast stovnurin als ikki er farin at virka enn. Í vikuni fóru handverkarar undir at seta húsini í stand, enn eru ongi børn ávíst til stovnin, og leiðarin, sum varð settur 1. februar, er farin í annað starv

- Talan er um eina samanrenning av óhepnum hendingum, sum seinkaði stovninum, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni, sum hevði ætlað, at stovnurin skuldi latið upp 1. mai.
Stovnurin til børn undir skúlaaldri við álvarligum atferða- og tilknýtingartrupulleikum hevur nú verið áleiðis í meiri enn tvey ár. 1. februar í ár var Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur, settur í fast starv sum leiðari fyri stovnin, og var tað hansara uppgáva at finna hóskandi hús og at seta starvsfólk til stovnin. 
1. mai vóru fimm starvsfólk sett í starv og nú, fimm mánaðir seinni, er húsið, har stovnurin skal húsast, framvegis eitt byggipláss, og starvsfólk eru ørkymlað, tí tey sleppa ikki til verka. Men hvønn mánað hava øll fingið løn, og húsaleigan hevur verið goldin. Nú er leiðarin farin í annað starv, og eitt av starvsfólkunum hevur sagt seg úr starvi.
 
Er ovfarin av tilgongdini
Eitt av starvsfólkunum sigur, at hon er ikki sørt skakað av, at so drúgv tíð gongur, frá tí, at tey eru sett í starv, til tey sleppa í gongd.
- Eg havi starvast í øðrum samanhangum, eisini í øðrum londum, og eg øtist yvir, at tað gongur so long tíð, sigur starvsfólkið, sum ikki ynskir at vera nevnd, av ótta fyri at koma í ringt ljós hjá myndugleikunum.
- Hondverkararnir fóru til verka í gjár og har er nógv, sum skal gerast í húsinum. Eitt nú skulu allar veggja- og loftsplátur og pláturnar skiftast út við brunatrygt tilfar, og kjallarin skal brunatryggjast, sigur viðkomandi, sum eisini greiðir frá, at tey fóru ágrýtin til verka fyrstu tíðina.
- Fyrstu vikurnar hittust vit javnan. Orðaðu endamál fyri stovnin og gjørdu virksemisætlan. Eisini vóru vit á skeiði og á kunningarferð í Danmark og síðani hava vit verið heima og lisið og lisið, men nú má eg viðganga, at nú er luftin farin úr ballónini, at tað er ikki stuttligt longur at ganga heima og loysa krossorðagátur, sigur hon. Og hon vísir á, at hon nú er biðin um at taka nakrar vaktir á einum øðrum stovni í býnum síðst í september, men annars einki hevur gjørt síðani einaferð í juli mánaði.
- Eg kenni meg í roynd og veru rættiliga ørkymlaða, tí ætlanin var, at vit skuldu hava móttøku fyrst í juni, og vit høvdu stungið út í kortið ætlanir fyri komandi vikurnar. Men so dró málið um húsini út, og vit kenna okkum vónsvikin yvir, ikki at sleppa til verka, sigur starvsfólkið, sum eisini vil vera við, at mannagongdin at seta stovnin á stovn hevur verið umvend av tí, sum hon kundi hugsað sær
- Fyrst seta tey leiðara, síðani starvsfólk, hareftir koma húsini og at enda verða børnini funnin. Haldi, at tað átti at verið umvent, hóast tað sjálvsagt er neyðugt, at leiðarin verður settur rættiliga tíðliga í tilgongdini
 
Óheppin samanfall
Petra Johnsdóttir Joensen, sum er stjóri á Almannastovuni, hevur ábyrgdina fyri stovninum. Vit spyrja hana, um hon ikki kundi hugsað sær, at tilgongdin var øðrvísi skipað, so húsini til stovnin vóru klár, áðrenn søkt varð eftir starvsfólki?
- Talan er um óheppin samanfall av hendingum, sum vit ikki hava verið harrar yvir og tískil ikki kundu fyribyrgja. Í fyrsta lagi gekk long tíð at fáa leigusáttmálan góðkendan, og í øðrum lagi hevur verið torført at fáa hendur á hondverkarum, sum skulu umvæla húsini og skipa fyri, at tey eru egnað til stovn, sigur Petra Johnsdóttir Joensen. Hon sipar til, at tað er Fíggjarmálaráðið, sum skal góðkenna allar leigusáttmálar hjá tí almenna.
 - Upprunaliga miðaðu vit eftir at koma inn og at koma til verka tann 1. mai, og tí vóru starvsfólkini eisini sett til 1. mai. Vit sendu leigusáttmálan til góðkenningar 7. mars, og hann varð ikki undirskrivaður fyrr enn 12. juni, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, sum eisini greiðir frá, at tað bar ikki til at fara at bjóða umvælingararbeiðið út, fyrr enn leigusáttmálin varð undirskrivaður.
- Men sum kunnugt er tað torført at fáa hondverkarar, og ikki minst nú vit nærkaðust summarfrítíðini, var tað nærum ógjørligt, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
 
Kom dátt við
Tað hevur mangan verið funnist at, at Fíggjarmálaráðið nýtir nógva tíð til at góðkenna leigusáttmálar hjá tí almenna. Hvussu kundi tað koma óvart á hjá tykkum?
- Vit vistu, at tað kann taka nakað av tíð, men vit høvdu ikki roknað við, at tað fór at taka so langa tíð, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Men starvsfólkini vórðu sett í starv, hóast leigusáttmálin ikki var komin uppá pláss. Sambært okkara upplýsingum, hava tey nærum gingið fyri onki í skjótt fimm mánaðir. Hvørja viðmerking hevur tú til tað? spyrja vit stjóran á Almannastovuni.
- Starvsfólkini hava ikki bara gingið fyri onki. Tey hava vikarierað á líknandi stovnum í býnum, tá tørvur hevur verið á tí, og leiðarin hevur heldur ikki gingið fyri onki, sigur Petra Johnsdóttir Joensen. Og hon greiðir frá, at higartil og september mánað út, er avtala gjørd við annan stovn um, at starvsfólkið á Serdagstovninum hava fastar vaktir, sum svara til einar 300 tímar, umframt at avtala er gjørd um møguliga at taka fleiri vaktir, um á stendur.
- Í samband við leiðaran, so meta vit, at tað hevur týdning, at hann er við til at velja húsini, og at viðkomandi er við til at seta starvsfólk. Hann hevur eisini havt aðrar uppgávur innan serøkið hesar mánaðirnar, eitt nú hava vit á Almannastovuni brúkt hann til ráðgeving, millum annað í samband við, at eg havi fund við leiðararnar av serstovnunum hjá landinum eina ferð um mánaðin. Tá hevur hann lagt mær lag á áðrenn fundirnar, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, sum nú fyribils hevur sett eitt av starvsfólkunum sum leiðara, og ikki sigur seg hava ætlanir um at søkja eftir nýggjum leiðara, fyrr enn stovnurin er komin inn í húsini. 
 
Ein óheppin byrjan
Petra sigur, at hon í tilgongdini hevur lært, at tað er trupult at stovna slíkan stovn, og at tað er drúgvari enn hon hevði ímyndað sær.
- Vit valdu at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, men vit kundu sjálvsagt eisini valt øðrvísi, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, sum tó viðgongur, at hetta er ikki ein góð byrjan, hvørki fyri starvsfólkini ella fíggjarliga.
- Eg eri fullgreið yvir, at hetta er óheppið fyri allar partar. Eg meini framhaldandi, at leiðarin skal setast fyrst, men viðvíkjandi starvsfólkunum ivist eg í, um tað hevði borið til at gjørt øðrvísi. Tí vit skulu eisini hugsa um, at tá vit upprunaliga ætlaðu, at leigusáttmálin skuldi verið góðkendur og stovnurin verið liðugt umvældur til 1. mai, so var tað ikki ov seint at søkja eftir starvsfólki í februar, so tey kundu fáa tíð at siga upp aðrastaðni og síðani at koma í starv hjá okkum 1. mai. So setanartilgongdin er eisini tíðarkrevjandi, og um vit ikki søktu eftir fólki fyrr enn leigusáttmálin var undirskrivaður 12. juni, so høvdu vit ikki fingið fólk í starv fyrr enn 1. september. So hetta var eitt val, har vit tóku støðu í upprunaligu ætlanini at vera til reiðar við stovninum 1.mai, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, sum nú roknar við, at tey kunnu flyta inn í húsini 1. oktober.
Og hon váttar, at enn eru ongi børn ávíst til stovnin, har pláss verður fyri 9 børnum, og har børn kunnu koma til umlætting eisini.
 
---
 
Vanlig viðgerðartíð
 
Sambært Fíggjarmálaráðnum er tað als ikki óvanligt, at viðgerðartíðin kann vera í so drúgv til tíðir.
- Hetta vita bæði ráð og stovnar hjá tí almenna, tí tey senda allar sáttmálar higar til góðkenningar. Tað eru rættiliga nógvar treytir, sum skulu uppfyllast, fyrr enn tað almenna játtar at leiga frá privatum, og tað er ein meting frá ferð til ferð. Í hesum ávísa førinum fingu vit umsóknina til viðgerðar tann 29. mars og hon fór hiðani undirskrivað tann 6. juni, verður sagt av Fíggjarmálaráðnum. Og víst verður á, at gongd hevur verið á málinum alla tíðina, men at tað hevur seinkað viðgerðini, at ávísar ásetingar í leigusáttmálanum hava verið av slíkum slag, sum tað almenna ikki kann góðtaka.
 
 
--
 
FAKTA:
 
Serstovnurin á Argjum kemur í kjalarvørrinum av, at tað kom alment fram, at eitt barn undir skúlaaldri við álvarligum atferða- og tilknýtingartrupulleikum mátti av landinum fyri at fáa eitt nøktandi tilboð. Síðani var semja um, at trupulleikin hjá hesum børnum verður best loystur við at skipa ein serdagstovn, har hesi børn skulu innskrivast fyri eitt styttri ella longri tíðarskeið. Í tilknýti til serdagstovnin, skal eisini vera eitt samdøgurstilboð.
 
--
 
GG:::
Eftir at Sosialurin prátaði við stjóran á Almannastovuni, vórðu tey fýra starvsfólkini, sum eru eftir á stovninum, kallað inn til fundar. Har var ein ætlan løgd fyri tey at taka vaktir á øðrum stovnum restina av mánaðinum.