Fáa kort úr øllum heiminum

Tey árini, ið Gekkurin hevur verið til, hevur sjónvarpið og sendingin fingið ein hóp av postkortum sendandi úr øllum heiminum.
- Vit hava fingið eina rúgva av postkortum sendandi frá fólki kring allan knøttin. Hetta eru fólk, ið hava vunnið í Gekkinum, og síðani hava nýtt vinningin til eina ferð. Tá ið tey so eru og ferðast, gloyma tey ikki Gekkin, men senda eitt postkort og takka fyri, greiðir Rudolf Joensen frá.