Sev hevur nú lovað teimum, sum fyrireika langhyl í Vági, ókeypis hita. Tað hava fyrireikararnir nú upplýst Mentamálaráðið um.
Teir siga, at tey hava fingið fráboðan frá SEV um, at tey kunnu fáa avlopshitan frá SEV verkinum í Vági fyri einki til langhylin og høllina, sum arbeitt hevur verið við at gera beint við elverkið á Oyrunum í Vági.
Kortini sigur, SEV, at tað vil ikki hava útreiðslur av teimum broytingum, sum skulu til fyri at fáa avlopshitan av elverkinum yvir í høllina.
Men tað hava teir, sum fyrireika langhylin, alla tíðina væntað.
Tað er nóg mikið av avlopshita frá elverkinum hjá SEV til at hita sjálvan svimjihylin, umframt sjálva høllina, brúsur og annars alt heitt vatn, sum brúk verður fyri.
Annars fer høllin at kosta eina millión um árið í rakstri.
Umframt ein 50 metra langan svimjihyl, er ætlanin at hava vælverudepil í høllini við sauna, heitum potti, gosbaði og øðrum hentleikum.
Og harafturat er endamálið, at høllin skal verða ein depil fyri úrmælingar í svimjing.
Tey hava eisini nú søkt Vágs Býráð um byggiloyvi og haðani eru boðini, at tey eru sinnað at avgreiða málið skjótt.
Fyrireikararnir siga, at higartil hava teir fingið tilsøgn um tríggjar milliónir í stuðuli til verkætlanina.
Harafturat vænta tey sær fýra milliónir í stuðuli frá landinum, soleiðis, sum samgongan hevur boðað frá, at hon er sinnað til at lata.
Harafturat eru teir í ?sera positivum dialogi um tær seinastu fimm milliónir krónurnar, soleiðis at tey røkka málinum um at útvega 12 milliónir, sum verkætlanin er mett at kosta.
Mentamálaráðið hevur eisini kunnað fíggjarnevndina hjá løgtinginum um nýggjastu gongdina í málinum í sambandi við, at fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerari løtuni.










