Í gjár varð boðað frá, at tað verður gamli kenningurin, Galaxy, sum skal avloysa Smyril, tá ið hann fer í dokk í september næsta ár. Strandferðslan hevur nevniliga skrivað undir sáttmála við felagið, sum eigur Galaxy um at leiga skipið til at sigla um Suðuroyarfjør tá ið Smyril er í dokk
Men sama felag eigur eisini eitt annað skip, sum er størri enn Galaxy. Og Strandferðslan hevur tryggjað sær, at fáast tey neyðugu loyvini frá Skipasýninum, kann Strandferðslan taka hesa ferjuna ístaðin fyri Galaxy, at sigla fyri Smyril.
Talan er um bilaferjuna, Prince, sum er bygt í 1974, og sum sæst á myndini. Hetta skipið er góðar 150 metrar langt, og sostatt er tað 25 metrar longri enn Galaxy, og einar 15 metrar longri enn Smyril. Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nú á døgum er rættiliga nógvur farmur at flyta, so hasir metrarnar, tey kunnu fáa afturat við Prince, høvdu gjørt rættiliga stóran mun. Ein annar fyrimunur er, at biladekkið er hægri.
Og hann leggur afturat, at beinanvegin í næstu viku verður farið undir arbeiðið at útvega tey neyðugu leyvini so at Prince fær loyvi at sigla á Suðuroyarleiðini fyri Smyril.