Fáa Kafé við luksusvørum mitt í Havn

Alt verður gjørt á staðnum og tey fara at legga stóran dent á dygdina

Í næstum verður ein kafé latin upp í gamla bygninginum hjá BankNordik.

 

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Tórshavnar Býráð at leiga sjokulátuvirkinum, Gómagott, eini høli í gamla bankabygninginum.

 

Gómagott er mest er kent fyri at gera sjokulátu, og nú fara tey at flyta sjokulátuframleiðsluna oman í hølini í miðbýnum. Men samstundis fara tey eisini at lata kafé upp í hølunum. Og harumframt at hava kafé, fara tey eisini at hava sølubú í nýggju hølunum, har tey fara at selja tað, tey gera.

 

Kirstin og Høgni Hammer, sum hava Gómagott, siga, at alt verður gjørt við hond úr bestu rávørum, og í størst møguligan mun úr føroyskum rávørum. Tey leggja dent á ikki at lata haldevni í vørurnar og tað gevur vørunum reinari og betri smakk.  

 

- Ætlanin er at gera og selja nýgjørda konfekt, køkur dessertir og bollar, sum kunnu serverast á staðnum við kaffi ella øðrum. Talan verður bara um vørur sum verða framleiddar á staðnum. Hølini verða sostatt innrættaði til framleiðslu, útsølu og café, hava tey greitt býráðnum frá.