Fáa kúlubøkur í nótina

Íslendsk nótaskip, sum hava roynt eftir lodnu norður úr Vestfirðum, hava havt stórar trupulleikar av kúlubøkum, sum elta lodnuna.

Í fleiri førum hava hvalirnir skrætt nótina hjá skipunum. Annar stýrimaður á Lundey sigur við Morgunblaðið, at seinasta túr skræddu teir nótina minst fýra ferðir, tí kúlubøkur vóru komnar í hana. Hann sigur, at tað er torført at halda eygað við hvalunum, tí skipini fiska bara um náttina. Av tí sama varnast manningin ikki hvalirnar, fyrr enn snerpað verður.

Íslendsku skipini hava fingið nakað av lodnu. Lundey hevði góð 650 tons síðsta túr.