Fáa ikki svarað aftur

Landsliðsleikarin hjá ÍF, Høgni Madsen, var rímiliga væl nøgdur við leikgongdina.

- Vit hava nógv spæl, stórar málmøguleikar og eitt brotsspark. Vit klára bara ikki at skora. Í seinna hálvleiki broyta teir taktikk, og fáa meira glið á, heldur Høgni, sum leggur afturat, at teir ikki fáa svarað aftur, tá ið HB skorar uppá fríspark.

ÍF er fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. Fýra dystir eru eftir at leika, og tríggir av hesum eru ímóti trimum teimum niðastu liðunum. Hetta sær hann ikki sum ein stóran fyrimun.

- Allir dystir eru nøkurlunda eins. Men hinvegin, so er tað ein grund til at vit eru frammanfyri tey liðini, segði Høgni Madsen.