- Fáa ikki spælið fram

Vit fingu eisini orðið á eina heldur lítillátna Sáru Strøm hjá TB. Hon var alt annað enn nøgd við tapið á Giljanesi henda dagin.
- Vit fáa slett ikki okkara spæl at koyra. Í fyrsta settið gongur hampiligt, men eftir hetta gongur bara skeiva vegin. Vit hava spælt nógv betur í ár, og tað tykist, sum um vit ikki raka dagin í dag. Í flestu bóltunum manglar okkum tað síðsta, og hetta mugu vit bøta til næsta dyst, sigur Sára at enda.