Fáa ikki pengar til neyðhjálp

Fær matvørustovnurin hjá ST ikki meiri pengar, fara fólk í stórum tali at doyggja í hungri í Landnyrðingsafrika.

-Heimurin hevur ikki skilt, hvussu álvarssom støðan er. Vit eru mitt í einari kreppu, og vit bera ótta fyri, at verður hjálpin seinkað ella steðgað, fer tað at elva til líðing og deyða hjá mongum.

Tað sigur stjórin í matvørustovninum hjá ST, James Morris, um støðuna í pørtum av Eysturafrika. ST sigur, at í Kenya er vandi fyri, at 3,5 milliónir fólk fara at hava ov lítið til matna um stutta tíð. Støðan í hinum londunum er einki mætari, og tí er vandi fyri, at 11 milliónir fólk kunnu fara at líða hungur har, sigur James Morris við Reuter. Í síðstu viku var hann í Somalia, sum er meint rakt. .

-Hesi fólkini hava einki, og teimum tørvar mat, um tey yvirhøvur skulu halda sær á lívi, segði hann, tá hann kom aftur til Nairobi í Kenya.

Matvørustovnurin hjá ST hevur biðið um hálva aðru milliard dollarar til tey neyðstøddu í Kenya, men higartil hevur stovnurin bara fingið ein sættapart av pengunum. Aðrir hjálparfelagsskapir rópa eisini varskló. Bretski hjálparfelagsskapurin Christian Aid sigur, at fáa tey neyðstøddu ikki hjálp tær næstu vikurnar, doyggja tey.

Tað er áhaldandi turkur, sum er orsøkin til neyðina í londunum í Landnyrðingsafrika. Turkurin ger, at jørðin gevur einki, og húsdjórini doyggja í hungri og tosta.