Einaferð var tað ein genta, sum æt Evi...
Kanska ikki heilt rætti inngangurin til eina blaðgrein, men tónleikatilveran hjá 31 ára gomlu Evi Tausen líkist av sonnum einum ævintýri. Tað er ikki stórt meira enn hálvttriðja ár síðani, at hon fyrstu ferð framførdi framman fyri øðrum fólkum – hetta var ein sangur til mannin á brúdleypsdegnum – og síðani hava fetini verið bæði mong og stór.
Fyrsta fløgan gjørdist skjótt veruleiki, og síðani er tónleikurin vorðin ein alsamt størri partur av tilveruni hjá Evi. Maðurin, Gudmund, er eisini umboðsmaður hjá Evi, og saman hava tey troytt møguleikar av alskyns slag. Ein av hesum var at vera við á Country-messu í Berlin. Seinasta hósdag varð leiðin løgd móti týska stórbýnum, og áðrenn kósin aftur varð sett móti klettunum í Atlantshavi, varð eitt legg gjørt til Írland og Dublin.
Stjørna í Berlin
Tilveran sum tónleikastjørna er mest sum ókend hjá Evi. Og tí kom tað mest sum púrasta óvart á hana, tá hon brádliga var partur av eini slíkari country-messu sum henni í Berlin.
- Tað var ein heilt fantastisk uppliving – eitt veruligt Mekka fyri country-fjepparar. Bara at síggja øll fólkini, og hvussu høgt tey gingu upp í hetta at vera “country” var einastandandi stuttligt. Har vóru hattar, vestar og cowboyklæðir við øllum dingledarum. Tað einasta, sum restaði í, vóru hestarnir, men helst var ikki loyvi at hava teir við inni á messuni, flennir Evi.
Og sjálvandi slapp Evi eisini upp í part á pallinum, har hon saman við Paula Magnussen og Jens Marna Hansen fekk eina framúr góða móttøku.
- Country-tónleikur í dag er ofta blandaður nógv saman við poppi, men tað er ikki tann stílurin, sum mær dámar best. Tá vit spældu, vóru rættiliga nógv tilkomin fólk millum áhoyrarnar, og frá fleiri av hesum fekk eg at vita, at tey av álvara høvdu saknað góðan gamlan country-tónleik av tí slagnum, sum vit framføra. Eftir framførsluna stóðu fólk í bíðirøð at fáa autografar, so upp á allar mátar var hetta ein fantastiskt uppliving, sigur Evi.
Og hon leggur afturat, at tað vóru ikki bert country-fjepparar, sum lótu væl at. Messan skuldi sjálvandi eisini nýtast til at knýta sambond við fyriskiparar av ymsum slag, og longu nú tykist greitt, at hetta hevur eydnast til UG.
- Eitt nú tosaðu vit við umboð fyri country-festivalin í Silkeborg, og útlitini tykjast góð fyri, at vit kunnu framføra har í 2014. Eisini tosaði eg við tveir norskar fyriskiparar av festivalum, og hesir sýndu eisini stóran áhuga fyri okkara tónleiki, sigur Evi.
Størsta gjøgnumbrotið man tó vera, at tað nú stendur greitt, at komandi fløgan við Evi eisini verður seld uttan fyri landoddarnar.
- Vit hava fingið avtalu við Cargo Records, sum er eitt stórt týskt útgávufelag. Avtalan inniber, at felagið stendur fyri útbreiðsluni av fløguni í Týsklandi og Sveis, og tað eru sjálvandi tveir sera áhugaverdir marknaðir. Ikki minst, tá tú hugsar um fólkatalið í Týsklandi, sigur Evi.
Nominerað í Írlandi
Tað er kanska ikki løgið, um Evi og fylgi hennara av álvara fóru at sveima eftir vitjanina í Berlin. Men ævintýrið steðgaði tó ikki her.
Seinastu dagarnar av ferðini vórðu nýttir í írska høvuðsstaðnum, Dublin, og eisini her gekk framúr.
- Endamálið var sjálvandi at gera vart við okkum. Vit hava gjørt onkra stakfløgu, sum útvarpsstøðir har á leiðini hava fingið, og vit framførdu eisini beinleiðis í útvarpi. Eitt tað stuttligasta í hesum var, at vertirnir vóru púrasta ovfarnir av, hvussu væl vit trý riggaðu sum ein eind. Onkur hyggjari skrivaði inn og spurdi, um tað nú passaði, at vit spældu live, og sjálvur tók verturin til, at hetta var fyrsta ferðin, at hann hevði upplivað, at eingin innstilling yvirhøvur skuldi gerast, meðan spælt varð. Hetta haldi eg eisini vera eitt stórt rós til Paula og Jens Marna, og sjálv kann eg bara staðfesta, at kemi’in millum okkum trý er heilt framúr. Júst hetta gevur eisini ein tryggleika, tá tú skalt spæla, og tað er hugaligt at hoyra onnur siga, hvussu væl vit rigga sum ein bólkur, sigur Evi, sum veruliga tykist hava lagt írar fyri sínar føtur.
Í øllum førum fekk hon á ferðini eisini at vita, at hon er í uppskoti til virðisløn sum “international artist of the year”. Hetta er virðisløn, sum tey bæði seinastu árini eru latin somikið virdum nøvnum sum Colin Raye og George Jones.
- Sjálvandi merkir ein tilnevning ikki, at eg havi vunnið heiðurin, men bara tað at vera í uppskoti til hetta er veruliga stórt, sigur Evi, sum eisini er biðin um at koma til Dublin at spæla, tá virðislønirnar skulu handast.
Enn hevur Evi ikki gjørt av, um hetta verður veruleiki, men fram til hetta mugu írar í øllum førum taka til takkar við staklagnum Blue Radio, sum eisini verður gjørt til sjónbandalag í næstum.
Heim á Tjarnargarð
Hóast tað soleiðis tykist vera gott flog á tónleikalívinum í løtuni, so hevur Evi framvegis beinini væl og virðiliga á jørðini.
- Hetta er stuttligt og strævið. Ja, eg vil enntá siga, at seinastu vikurnar hava verið rættiliga hektiskar, og longu nú er greitt, at vit hava nóg mikið at gera í summar. Men eg lesi eisini til heilsuhjálpara, og tað er ikki nakað, sum eg ætli mær at gevast við, sigur Evi, sum nú aftur fer beina leið á Tjarnargarð í starvsvenjing.
Nýggj fløga skal eisini takast upp, og hetta tykist vera nakað, sum Evi veruliga gleðir seg til.
- Eg var á ongan hátt ónøgd við Wishing Well. Men tá var eg púrasta nýggj og óroynd. Tí gjørdi eg eisini fyri tað nógva soleiðis, sum onnur vildu hava meg at gera, hóast eg onkra tíð kundi hugsað mær, at tingini vórðu gjørd øðrvísi. Tí rokni eg við, at nýggja fløgan í størri mun fær ein persónligan dám, sigur Evi um ævintýrið, sum útlendingar eisini hava bitið merki í.
Í øllum førum var seinasti spurningurin, sum Evi fekk, tá hon vitjaði í útvarpsstøð í Dublin hesin:
- Sig mær nú heilt satt. Passar tað veruliga, at tað bert eru góð tvey ár síðani, at tú fyrstu ferð sang framman fyri eini fjøld?