Fáa ikki lent í Vágum

Trý flogfør, sum skuldu lenda í Vágum í kvøld, eru útsett til í morgin. Eitt flogfar ger væntandi eina roynd í nátt. Floglíkindini eru einki serlig, og flogferðslan er illa tarnað av vánaliga veðrinum. Í løtuni fáa flogførini hjá Atlantic Airways ikki lent í Vágum, og trý flogfør, sum skuldu koma í dag, eru útsett til í morgin. Øll ferðslan millum Reykjavík og Vágar er útsett til í morgin.

Tvey onnur flogfør, ið eftir ætlan skuldu fara í kvøld, eru somuleiðis útsett til í morgin. Eitt annað flogfar er farið til Stavanger, og stendur at koma í morgin. Hetta skrivar heimasíðan hjá Atlantic Airways.

Í løtuni er nógvur vindur og nógv regn. Haraftur er liggur tjúkkur mjørki á flogvøllinum í Vágum í løtuni, og tískil eru ikki líkindi at lenda hjá flogførunum í verandi løtu.

Hetta man vera ein dyggur smeitur hjá Atlantic Airways, sum í løtuni hevur úr at gera við at flúgva ólavsøkugestir til Føroya.

Í Føroyum er ikki óvanligt at flogferðslan javnan verður tarnað av mjørka hesa árstíðina, og ofta kann mjørkin liggja leingi.

Kunning um flogferðsluna fæst á heimasíðuni hjá felagnum, www.atlantic.fo