Nú er aftur galið hjá bankunum. Fleiri fólk kring landið hava enn ikki móttikið seinastu lønina, sum liggur føst í nýggju skipanini hjá bankunum. Landssjúkrahúsið og Almannastovan vátta í morgun, at øll starvsfólk teirra, ið hava kontoir í Norðoyar Sparikassa, Eik ella Suðuroyar Sparikassa hava móttikið lønina, men starvsfólk, ið hava konto í Føroya Banka hava enn einki móttikið.
Landssjúkrahúsið hevur í morgun móttikið eitt kunningarbræv frá Gjaldsstovuni, har boðað verður frá, at starvsfólk teirra, ið hava konto í Føroya Banka mugu bíða tolin eftir lønini, tí trupulleikar eru enn í nýggju KT ? skipanini.
Men tað er altso ikki bara Føroya Banka, tað er galið hjá. Trupulleikin kemur í, tá lønir verða fluttar millum peningastovnarnar, so kemur lønin ikki fram fyrr enn dagin eftir.
Føroya Banki skrivar í dag á heimasíðuna, at:
?Vegna seinkingar í lønarkoyringum, verða summar lønarflytingar, ið skuldu verið á konto í dag fríggjadagin 28. mai, ikki á konto fyrr enn mánadagin 31. mai. Talan er um lønir, sum arbeiðgevarin flytir úr øðrum peningastovni. Aðrar lønarflytingar eru komnar rættstundis á konto?.
Eru tú ella tín fyritøka ávirkað av umleggingini til nýggju KT-Skipanina hjá bankunum? Vit hoyra fegin um tínar trupulleikar við nýggju skipanini. Fortel okkum tína søgu við at senda ein teldupost til bank(kurla)sos.fo









