Fáa ikki løn frá føroyskum reiðaríi

Í sjey mánaðar hava 42 russiskur sjómenn, sum sigla við føroyska skipinum Topaz, ikki fingið løn frá reiðarínum hjá Bjarta Mohr -Í juni fingu vit løn fyri februar og mars, men eftir tað hava vit ongar pengar fingið yvirhøvur. Vit fingu proviant í síðsta mánað, men vita ikki, um vit fáa nakran mat umborð í næsta mánað, sigur Vadim Nepocrjtj, telegrafistur umborð á Topaz, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Sambært fjarritaranum hevur manningin hevur nógvar ferðir heitt á reiðaran, Bjarta Mohr, um at gjalda teimum løn og hjálpa teimum at sleppa aftur til Russlands. Reiðarin hevur lovað at hjálpa, men enn eru eingir pengar komnir.

Bjarti Mohr sigur sigur við Kringvarpið, at hann bíðar eftir 10 milliónum krónum frá einum statsreiðaríi, og tá teir pengarnir koma, fær manningin á Topaz sítt, sigur hann.